Bogi Pétursson var kendur millum nógvar føroyingar, sum fyristøðumaður við summarlegurnar við Ástjørn á Norðurlandinum í Íslandi Føroyavinurin, Bogi Pétursson er deyður, 84 ára gamal. Bogi var føddur á Mjóeyri við Eskifjørðin, og flutti á ungum aldri til Akureyrar. Hann starvaðist við skóverksmiðjuna ?Iðunn? í nærum hálva øld. Millum føroyingar var Bogi Pétursson kendur, sum fyristøðumaður við summarlegurnar við Ástjørn. Eitt álitisstarv hann røkti í nærum 40 ár. Bogi Pétursson hevði nógv vinfólk í Føroyum, og á hvørjum ári sendi hann heilsu gjøgnum jólaheilsurnar í Útvarpi Føroya.