Føroyavinurin

Stórmeistarin Ivan Sokolov sum í 1992, 93, 95 og í 1997 var á talvvitjan í Føroyum, er á odda í sterkari stórmeistarakapping í Bosnia-Herzogovina

TALV

Fimm av níggju umførum eru eru telvd, og saman við Movsesian úr Kekkia, er Sokolov fremstur við 3,5 stigum. Tann kanska enn meira kendi, Alexei Shirov, hevur trý stig.
Ivan Sokolov úr Bosnia-Herzogovina, nú búsitandi í Hollandi, hevur verið sera kærkomin fyri føroyska telving. Saman við landsmanninum, Predrag Nikolic, kollvelti hann føroyska telving fyrst- og miðskeiðis í nítiárunum. Heilt nógvir ungdómar fingu frálæru frá teimum báðum fryntligu stórmeistarunum, og teir sum serliga eru sprotnir burturúr góðu frálæruni eru Ólavur Simonsen og Flóvin Tór Næs. Eisini Rógvi W. Rasmussen, undirritaði og aðrir fingu góðan íblástur sum hevur hjálpt okkum á veg.
Tíverri hava hvørki Sokolov ella Nicolic verið á klettunum síðani 1997.

Er stórmeistari
33 ára gamli Ivan Sokolov livur av at telva, og tað hevur gjørt síðani seinast í 80´unum. Hann hevur ferðast kring heimin, serliga Evropa, í talvkappingum, og hevur hann verið sera støðugur. T.d hevur hann nøkunlunda sama ratingatal nú sum í 1992, tá hann vitjaði Føroyar á fyrsta sinni.
Eftir nógvar miðalavrikskappingar, vísti Sokolov í stórligu Eurotel-kvikkapingini herfyri, har øll heimselitan varð savnað, at hann sanniliga eigur at metast sum ein sera sterkur stórmeistari. Hann leikti seg fram til hálvfinaluna, har indarin Anand bleiv banamaður hansara. Framanundan hevði Sokolov eitt nú bast Leko og Adams. Og í hesum døgum í Bosnia, telvar hann eisini sera væl.

Vann á Radjabov
Talvið hesa vikuna er frá kappingini í Bosnia. Sokolov vann á stjørnuskotinum Teimour Radjabov, 15 ár, (sum luttók í 3rd Tórshavn International í 2000), sum nú hevur 2610 í rating.
Sjálvt um Sokolov tapti í fimta umfari móti Dreev, so er fyrsta pláss enn hansara. Enn væntar honum Shirov, og við hvíta fólkinum hevur Sokolov góðar kjansir at gera ein vørr.
Gott hevði verið fyri føroyska framtíðartelving, at fingið Sokolov ella Nicolic til Føroyar aftur. Serliga nú tá øgiligt boom er í barnatelvingini kring landið.