Tað er sagt fleiri ferðir fyrr: vápnini, ið umhvørvisfelagsskapirnir brúka í herferðini ímóti Føroyum og føroyska grindadrápinum, eru nógv og vandamikil. Á internetinum hevur umhvørvisfelagsskapurin EIA, sum stendur fyri Environmental Investigation Agency, eina heimasíðu um grindadrápið í Føroyum. Endamálið við henni er, at føroyski fiskaútflutningurin verður boycottaður í eini roynd at fáa føroyingar at halda uppat við at drepa grind.
Heimasíðan hjá EIA er láturlig, illa grundgivin og umsitin. Men eg helt kortini, at tað var neyðugt at gera viðmerkingar til herferðina hjá teimum, sigur Joel Cole, amerikanari og giftur føroyskari kvinnur.
Soljóðandi bræv er sent EIA.
Góði Daniel (EIA)
Sum umhvørvissinnaður havi eg stóra virðing fyri arbeiðinum, sum EIA ger við at halda eyguni við altjóða samfelagnum og veiði og røktarvirksemi. Eg havi serliga stóran áhuga í herferðini hjá EIA ímóti landsstýri og búskapi í Føroyum. Eri giftur við føroyskari kvinnu, havi búð í Føroyum og havi tikið lut í mentan føroyinga í meiri enn tíggju ár. Sum amerikanari havi eg fingið eitt frálíkt perspektiv av Føroyum og grindadrápi. Eg havi tikið lut í grindadrápi, og havi sæð, hvussu týdningarmiklan leiklut grindin spælir fyri at sjóða viðbrekna oyggjasamfelagið saman. Eg havi sæð, hvussu drápið verður umsitið undir og eftir drápið, hvussu tað styrkir um føroyska samfelagið og hvussu tað arbeiðir fyri føroyska samfelagnum.
Eg taki tykni av mátanum, sum EIA roynir at brúka hálvar sannleikar og litaða upplýsing til eittans endamál, nevniliga at revsa eina tjóð fyri at fremja teirra mentan í verki. Skammið tykkum. Tíbetur hevur arbeiði tykkara onga ávirkan.
Heilt erligt er tíðin farin frá arbeiðsháttinum hjá EIA, hann er ósømiligur og óneyðugur. Sjálvt Greenpeace er hildið uppat við at royna at gera eina enda á altjóða viðurkenda føroyska grindadrápinum. Eg havi sjálvur tosað við stjóran hjá Greenpeace í Norðurlondum og hann hevur sagt mær, at umhvørvisfelagsskapir gera sær sjálvum eina tænasta við at arbeiða saman við føroyska fólkinum, við at gera fiskiídnaðin varandi, heldur enn at arbeiða fram ímóti at gera ein enda á grindadrápinum. Felagsskapir, sum hava gjørt neyvar kanningar av grindadrápinum, hava ikki funnið nakra orsøk til at halda fram við teirra atfinningum.
Veruleikin er, at føroyingar fara altíð at drepa grind. Tað gevur føroyingum høvi at eta kjøt, sum ikki er innflutt av europeiska meginlandium og tað tosar til føroyskt sjálvbjargni. Grindadrápið ger, at føroyingar at halda fast við ein týdningarmiklan part av teirra túsunda ára gomlu sjófarandi mentan. Og kenslusama, vísindaliga eftirlitið og støðugi hugburðurin hjá føroyingum til grindadráp, ger, at drápið trygt kann halda fram1000 ár afturat.
Arbeiðsorkan hjá EIA hevði verið betri nýtt aðra staðni. Men halda tit fram við tykkara herferð, hóast vantandi úrslit, mæli eg tykkum til at kunna tykkum betri um øll viðurskifti, sum hava við føroyska grindadrápið at gera. Um ikki standa grundgevingar tykkara eftir sum veikar og kensubornar. Eg eri sinnaður at tosa við tykkum um hesi viðurskifti.
Vinarliga Joel
Hava lesararnir áhuga at frætta meiri um áhugamálini hjá Joel Cole fyri føroyskum viðurskiftum ber til at leita á internetinum á hesi adressu: www.angelfire.com/mn/CreativeEnterprises ella at senda honum eitt t-bræv Jcole0091@aol.com