Føroyaveðrið: Framvegis kalt

- Seinni parturin av vikuskiftinum verður turt, eins og sólin kagar fram, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen.

Hesa seinastu vikuna hevur verið rættiligt kavaveður við kulda og kava.
- Í roynd og veru er miðalhitin higartil í januar mánaði lægri enn í fjør, sigur hann.
Líkt er bara til, at kavin verður liggjandi nakrar dagar aftrat.
Sambært Peturi Skeel verður heldur lýggjari í morgin, men kortini er møguleiki fyri vátakava ella regnæli. Hitin verður millum 3 og 6 stig.
Sunnudagin verður hvassur vindur av landnyrðingi við sólarglottum, men kortini kunnu vit rokna við kavaælum og hita um frostmarkið.
Mánadagin minkar hann vindin nakað, og tað verður turt við sólarglottum, har hitin framvegis liggur um frostmarkið.
Mánadagin og týsdagin verður framvegis útnyrðingur, turt og sólarglottar, men heldur lýggjari – millum 2 og 6 stig.
Væntast kann tí, at kavin er burtur, tá vit eru komin nakað inn í næstu viku.