Umhvørvi
Ynski um eina sjálvstøðuga føroyska binding er fleiri ferðir sett fram fyri donsku stjórnini í undanfarna ári. Bæði á politiskum og embætismannastigi er gjørt greitt, at Føroyar ynskja at gerast partur av komandi altjóða veðurlagsavtaluni við eini binding, sum tekur atlit at føroyskum viðurskiftum og er beinleiðis galdandi fyri Føroyar.
Ikki á mál
Tað er uttanríkisráðið við Jørgeni Niclasen á odda, sum stendur fyri sjálvum samráðingunum um bindingar, meðan sjálvt umhvørvismálið, sum ein slík avtala eisini er, liggur undir innlendismálaráðnum, har Annika Olsen er landsstýriskvinna.
Jørgen Niclasen sigur, at tað soleiðis er uttanríkisráðið, sum stendur á odda fyri samráðingunum við donsku myndugleikarnar um støðu Føroya í nýggju veðurlagsavtaluni.
- Enn er tó ikki komið á mál við eini loysn. Ein orsøk er, at framvegis er óvist, hvat slag av bindandi avtalu fer at avloysa Kyoto-frumskjalið. Samskifti við donsku stjórnina heldur tó fram, og Føroyar hava gjørt vart við, at neyðugt verður at finna eina loysn áðrenn ST veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember.
Føroyar sjónligar
Landsstýrismaðurin vísir á, at í núverandi støðu eru Føroyar nevndar við tí fyrivarni, ið er tikið fyri Føroyar í Kyoto-frumskjalinum.
Hetta fyrivarni sæst í staðfestingarskjalinum, sum er eitt yvirlit yvir, nær londini hava staðfest Kyoto-frumskjalið, leggur hann aftrat.
- Vit vilja síggjast á ein positivan hátt í altjóða samstarvinum um veðurlagsbroytingar. Tað eigur sjálvsagt at bera til at gera Føroyar sjónligar sum viðspælari, heldur enn bert sum eitt fyrivarni - uttan mun til, hvussu ein endalig avtala fer at síggja út, sigur uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen