Tað var eisini Christan Restorff Mouritsen, sum átti teir flestu kjansirnar hjá føroyska landsliðnum. Hinvegin var tað Páll Klettskarð, sum átti teir báðar størstu kjansirnar í seinna hálvleiki. Fyrst bleiv hann púra leysur við málverjanum, men prikaði bóltin ov langt frá sær, og seinni stútaði hann eitt innlegg beint framvið.
Fyrri hálvleikur var ikki nógv at skriva heim um. Føroyar hevði leikliga yvirvág og skapti onkrar kjansir. Við Christian Restorff Mouritsen og fýra øðrum broytingum í seinna hálvleiki, kom meira gongd á føroyska spælið og Føroyar hevði alla tíðina tamarhald á støðuni og stýrdi dystinum.
Dysturin var annars ikki merktur av harðligum spælið, sum onkur hevði óttast, og einasta gula kortið fekk Egil á Bø fyri fríspark beint uttanfyri brotsteigin.
Annars vóru fitt av føroyingum komnir til dystin og taldu teir ein stóran part av samlaðu fjøldini, ið táttaði í tey 300.
Føroyaska liðið var hetta:
Gunnar Nielsen - Jónas Þór Næs, Atli Gregersen (Egil á Bø, 46.), Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen (Pól Jóhannus Justinussen, 46.) - Símun Samuelsen (Bogi Løkin, 46.), Súni Olsen (Viljálmur Davidsen, 58.), Jann Ingi Petersen, Rógvi Poulsen (Christian R. Mouritsen, 46.) - Christian Lamhauge Holst (Christian Høgni Jacobsen, 46.) - Jóan Símun Edmundsson (Páll Klettskarð, 58.)