Føroyar vunnu tvey heiðursmerki

Stór norðurlendsk boccia-kapping var í Føroyum um vikuskiftið. 60 fólk vóru við í kappingini, og tað eydnaðist Føroyum at vinna tvey bronsumerki

Ítróttarsambandið hjá teimum brekaðum stóð um vikuskiftið fyri stórari NM-kapping í Havn. Tríggjar ítróttarhøllir í høvuðsstaðnum vórðu brúktar til kappingina, har eini 60 luttakarar úr øllum norðurlondum vóru við.
Luttakararnir hava ymisk brek, og teir vóru býtt upp í bólkar  alt eftir hvussu teir eru fyri.
Átta føroyingar vóru við í kappingini, og teir vóru: Áki Joensen, Otto Nicolajsen, Jonhard Brøðraberg, Heðin Midjord, Johannes Ziska, Jógvan Telling Joensen, Danjal Jákup Djurhuus og Marius Johansen.
Venjari er Dan Lamhauge.
 
Heiðursmerki til Føroya
Tað var roknað við, at Áki Joensen fór at standa seg væl í kappingini, og tað eydnaðist eisini honum at vinna bronsu í klassa 1 við rennu. Áki varð bæði fegin og errin, tá ið hann fekk bronsumerki hongt um hálsin.
Hinvegin var tað rímiliga óvæntað, at føroyska liðið vann bronsu í bólki 2. Her gekk sera væl hjá føroyska liðnum, um vann seg framm millum tey fremstu.
Tá ið Føroyar vóru við NM í boccia í Finnlandi fyri tveimum árum síðani, vunnu Føroyar einki heiðursmerki, so hesaferð gekk munandi betri enn seinast.
Næsta NM-kappingin í boccia verður um tvey ár, og tá skal hon ætlandi haldast í Danmark.
Føroysku boccia-spælararnir venja gjøgnum allan veturin. Vant verður í samstarvi við kvøldskúlan, men undan NM-kappingini hevur landsliðið verið saman fleiri ferðir um vikuna. Tað hevur eftir øllum at døma gjørt góðan mun, tí úrslitið var gott.