Føroyar vilja hava oyggjaleikirnar í 2023

Í ÍSF eru tey ikki fallin í fátt, hóast eyðmýkingina, tá ið tey noyddust at taka umsóknina aftur um at fáa leikirnar í 2019

Í 2023 skulu oyggjaleikirnir verða í Føroyum.

 

Tað ætla tey ÍSF

 

Elin Heðinsdóttir Mortensen, forseti í ÍSF, sigur, at í starvsnevndini í felagsskapinum hava tey samtykt at arbeiða fram ímóti at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2023.

 

Nú skal ætlanin so viðgerast í Umboðsráðnum eisini, áðrenn tað verður endaliga greitt, um Oyggjaleikirnar í 2023 er nakað, Føroyar skulu leggja seg eftir.

 

Men hon ásannar, at tað fer at krevja eitt stórt og umfatandi fyrireikingararbeiði, sum fer at taka fleiri ár. Tað fer eisini at krevja eitt neyvt samstarv ímillum bæði ÍSF, kommunurnar og Landið.

 

Somuleiðis skal umsitingin í ÍSF hjálpa sersambondunum at fáa altjóða limaskap, og hjálpa til at fyrireika altjóða kappingar í Føroyum.

 

Annars hevði ÍSF søkt um at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, men mátti tola ta eyðmýking, at tey máttu taka umsóknina aftur, tí tey kundu ikki veita fulla trygd fyri, at allir neyðugu hentleikar, sum krevjast fyri at hýsa oyggjaleikirnar, fóru at vera til taks í Føroyum.

 

Ein orsøk til tað var, at ÍSF fekk ikki tær neyðugu váttaninar frá almennu myndugleikunum um at tey vildu stuðla ætlanini og tryggja, at allar umstøður til at halda oyggjaleikirnar, skuldu vera til staðar.

 

Serliga var nógv arbeidd við at gera ein golfvøll á Glyvursnesi, men tað eydnaðist ikki hjá Landinum, Tórshavnar Kommunu, og ÍSF at finna útav tí, og tíansheldur mátti umsóknin um at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar í 2019, takast aftur.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen sigur, at hon hevur betri vónir hesa ferð. Men hetta er sjálvsagt ein spurningur greiða skal fáast á, og ta váttanina frá landinum og kommunum skulu tey hava, áðrenn tey fara at søkja.

 

Hon sigur, at hon var á aðalfundi í oyggjaleikanevndini í vár, og har vóru tey hørm um, at vit høvdu tikið umsóknina um leikirnar í 2019, aftur. Samstundis var undirtøka fyri at fáa leikirnar aftur til Føroya, einaferð í framtíðini, sigur hon.

 

Leikirnir eru ásettir til og við 2021, so tað ber í fyrsta lagi til at fáa leikirnar hendavegin í 2023.Og hesa ferð hevur hon eisini betri vónir um, at almennu myndugleikarnir vilja vátta, at teir stuðla umsóknini og vilja tryggja, at allir neyðugir hentleikar eru til taks.

 

- Í oyggjaleika høpi verður tað nú eitt krav, at myndugleikarnir stuðla eini umsókn og eru sinnaðir at tryggja at allir hentleikar eru til taks, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 

- Sostatt kunnu vit ikki søkja, fyrrenn vit vita, at myndugleikarnir stuðla umsóknini, leggur hon afturat.

 

Tað er í øllum førum greitt, at fara føroyingar at søkja um oyggjaleikirnar í 2023, verður tað í kapping við Orknoyggjar, tí tey hava boða frá, at tey vilja hava leikirnar til Orknoyggjar í 2023 - og tað verður fyrstu ferð, teir verða har.

 

- Tað verður oyggjaleikanevndin, sum tekur støðu til tær umsóknir, sum eru komnar inn. Vit hava so onga umsókn sent inn, og mær vitandi hava tey í Orknoyggjum heldur ikki søkt enn, sigur forsetin í ÍSF.