Í dag klokkan 15.00, verður kunnandi fundur í Miðlahúsinum um Special Olympics Føroyar
Í februar vórðu olympisku vetrarleikirnir fyri brekað leiktir í Boise í Idaho í USA. Føroyingar luttóku ikki á hesum sinni, men væntandi verða vit við næstu ferð. Í tí sambandinum verður kunnandi fundur í Miðlahúsinum um Special Olympics Føroyar.
Millum áskoðararnar á Special Olympics 2009, var føroyingurin, Hans David B. Jacobsen, sum í nøkur ár hevur búð í Boise í Idaho, har olympisku vetrarleikirnir vórður leiktir.
Fjølmiðlarnir í Idaho gjørdu nógv burturúr íslendsku skoytuprinsessuni, 19 ára gomlu Katrin Trygvadóttir, sum einsamøll umboðaði Ísland á leikunum.
Hans David skrivar í tíðindastubba, at tað var sera hjartanemandi at síggja hjartalagið millum leikararnar. Eitt nú gav venjarin hjá Kanada sær stundir til at venja málmannin hjá Gibraltar.
Og júst hetta hjartalagið kenna vit aftur hjá fólki við menningartarni - at atlitið til menniskja gongur fram um kappinginga ? og minnast rørandi løtuna, tá vit sóu ein við menningartarni, mitt í einari kapping, steðga at hjálpa einum kappingarneyta, sum var dottin, aftur á føtur.
Hans David endar við at siga, at hesar minnisverdu vetrarleikirnar fer hann seint at gloyma. Hann vónar, at Føroyar fara at luttaka í olympisku vetrarleikunum næstu ferð.
Og tað kann Hans David gleða seg til, tí leygardagin 14. mars klokkan 15.00, verður kunnandi fundur um Special Olympics Føroyar í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tað er ÍSB, sum í samstarvi við Javna skipar fyri fundinum.
Skrá sær soleiðis út:
Elna Skylv Hansen greiðir frá Special Olympics.
Stuttur filmur um Special Olympics World Summer Games í Shanghai.
Jógvan á Lakjuni greiðir frá upplivingum frá Special Olympics í Rom.
Anette Olsen greiðir frá upplivingum sum foreldur at íðkandi.
Unn Mortensen greiðir frá upplivingum sum ítróttafólk.
Sonni Djurhuus tekur saman um.
Høvi verður hjá áhoyrarum at koma við viðmerkingum og seta spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Ítróttarsambandið fyri brekað.









