Høllin á Hálsi í Havn verður í seinnu helvt av næstu viku karmur um stóru sølustevnuna Vestnorden Travel Mart. Fleiri hundrað fólk umboðandi seljaravirki og keyparavirki innan ferðavinnu í útnorðurlondunum stevna til Føroya á hesa stóru ferðavinnustevnuna. Stevnan verður sett mikudagin 22. september í Norðurlandahúsinum, og dagin eftir verður hon opin fyri almenninginum í Høllini á Hálsi.
Við á stevnuni verða eisini fleiri almennir gestir úr teimum trimum londunum. Sjey úr Grønlandi, átta úr Íslandi, eitt nú Sturla Bödvarsson, ráðharri í samskiftismálum, og 10 úr Føroyum við Finnboga Arge, landsstýrismanni í ferðavinnumálum á odda.
Arbeitt hevur verið í sjey mánaðir at fyrireika stevnuna. Nógvir einstaklignar, feløg og stovnar eru við í fyrireikingaarbeiðinum, og Ann-Mari Wang er samskipari av tiltakinum. Tað er Vestnorden Travel Mart, ið fyriskipar stevnuna.
Í 1995 hevði Vestnorden Travel Mart 10 ára jubileum í Føroyum. Føroyar eru sostatt vertir á teirri 14. sølustevnuni av hesum slagi. Endamálið við hesi stevnuni er at savna alla ferðavinnuna í útnorði og á henda hátt hitta tann partin av ferðavinnuni í øðrum londum, ið hevur ein serligan áhuga fyri londunum í útnorði. Hetta er vorðið týdningarmesta vinnutiltakið á árinum, har vinnan eitt nú fyrireikar seg til næsta ár.