Føroyar verða stýrdar av heksadoktarum

Syndarliga málið um uttanríkispolitisku heimildirnar hevur enn einaferð víst, at advokatar eru vorðnir eitt slag av heksadoktarum í føroyskum politikki

Sjúrður Skaale
?????????
Eg søkti í síni tíð um alment innlit í málið, sum endaði við, at Jørgen Niclasen fór frá sum landsstýrismaður. Har var m.a eitt bræv, sum táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg hevði skrivað Jørgeni. Í brævinum kravdi Kallsberg, at ávís viðurskifti í Fiskimálaráðnum vórðu fingin upp á pláss.
Hetta brævið frá Anfinni til Jørgen var ikki nýtt fyri mær - tað fekk nógva umrøðu tá tað var sent, tí hetta var einasta stig, løgmaður ætlaði at taka í málinum.
Tað, sum undraði meg, var eitt annað skjal. Tað var ein trivalig rokning frá einum privatum advokatvirki í høvuðsstaðnum. Og Løgmansskrivstovan skuldi m.a. rinda advokatvirkinum fyri at hava skrivað brævið, sum løgmaður hevði sent Jørgeni Niclasen!
Við øðrum orðum: Fyrst hevði ein kanningarstjóri - altso ein advokatur - skrivað eina frágreiðing, sum segði, at Jørgen Niclasen var farin útum sínar heimildir. Hesa frágreiðing mátti Palleba rinda rættiliga nógv fyri.
Síðani fór Anfinn Kallsberg til eina privata advokatskrivstovu, har hann keypti sær eina meting av frágreiðingini. Fyri pengarnar hjá Palleba. Og so keypti hann sær eisini, frá hesi somu skrivstovu, eitt bræv, sum hann skuldi senda Jørgeni Niclasen. Og eisini tað brævið mátti Palleba rinda fyri.
Nú fær okkara løgmaður sjálvur rímiliga góða løn frá Palleba. Og hann hevur afturat sær nógv fólk, hvørs flotta lønarkonto eisini verður fylt av pengum frá Palleba. Haramframt hevði Anfinn nógvar politiskar partamenn, sum eisini stóðu á lønarlistanum hjá Palleba. - Men kortini fór hann í býin at keypa sær politisk argument í málinum - fyri enn fleiri pengar hjá sama Palleba!
Hví tað? Fingu Anfinn og hansara hjálparfólk ikki løn fyri sjálv at meta um eitt mál sum Jørgen-málið? Fingu tey ikki løn fyri at skriva brøvini hjá Anfinni?
Ein advokatur má til
Tað var greitt frá byrjan, at Anfinn ikki - eins og meirilutin í løgtingi - helt, at málið skuldi hava nakrar stórvegis avleiðingar fyri Jørgen. Tað var avgjørt ein rímilig støða at hava. Men hví kundi hann ikki grundgeva fyri henni sjálvur? Hví skuldi hann brúka almennar pengar til at keypa sær grundgevingar frá einum privatum advokati?
Orsøkin er einføld: Tá ein advokatur sigur okkurt, so hevur tað í Føroyum nógv størri týdning, enn um onkur annar - t.d. Føroya løgmaður - sigur tað. Advokatar hava í føroyskum politikki nærum fingið einarætt uppá sannleikan. Ja, teir kunnu næstan samanberast við orakul og heksadoktarar.
Í umrødda máli vísti meirilutin á løgtingi til ein advokat, sum segði, at Jørgen var farin útum heimildirnar. Og Anfinn kundi ikki siga tað øvuta, uttan eisini at vísa til ein advokat. Ein maður, sum ikki kann byggja síni sjónarmið á eitt notat frá einum advokati, verður ikki tikin fyri fult. Vanligt vit og skil kann als ikki nýtast. Ein advokatur má til, tí advokatar kenna sannleikan!
Fluttir hegnpelar
Seinasta dømi um hetta, var við-gerðin av lógini um uttanríkispolitiskar heimildir.
Henda lóg er ikki, soleiðis sum løgmaður hevur ført fram, eitt úrslit av samráðingum millum Føroyar og Danmark. Upphavið til lógina er 100% danskt. Orsøkin til at hon er skrivað er, at føroysku sjálvstýrisflokkarnir nú hava vunnið trý løgtingsval á rað, og føroyingar eru farnir at tosa um "tá" og ikki "um" vit ein dag gerast eitt sjálvstøðugt land. Danska stjórnin hevur í hesi støðu valt ta klassisku loysnina: Gev teimum eitt sindur longri snór - tí so linkar kravið um fullveldi. "Divide et empere" søgdu rómverjar. Být sundur og valda.
Við hesi loysnini kunnu føroyingar í ávísum førum fáa loyvi til at umboða Danmark í millumtjóða viðurskiftum. Hendan heimild skal útinnast undir sera strongum donskum eftirliti, hon kann bara nýtast á ávísum avmarkaðum økjum, og hon kann bara nýtast um tað ikki á nakran hátt gongur ímóti donskum áhugamálum. Tað er heilt natúrligt, tí tað er jú Danmark, ið føroyingar nú sleppa at umboða í ávísum málum.
Hvat ein heldur um hetta, veldst um, hvørja politiska støðu ein hevur. Víst kann ein síggja tað sum eitt framstig. Men í mun til teir møguleikar, sum føroyskt fullveldi hevði givið, er tað ógvuliga avmarkað.
Kortini er lítil ivi um, at taktikkurin hjá stjórnini fer at eydnast. Hegnpelarnir eru fluttir longur niðan, og tað fer at gera, at kravið um at sleppa heilt niðan á fjallið fer at linkað. Í staðin fyri føroyskan rætt hava vit nú fingið eina danska heimild, sum mong fara at sláa seg til tols við. "Nú eru tenninar trektar úr fullveldisvonginum", eru triumferandi sambandssinnaðir politikarar longu farnir at siga. Og tað er ikki heilt skeivt.
Sum treyt fyri at flyta hegnpelarnar hevur danska stjórnin so kravt, at føroyingar skulu atkvøða fyri einum tilmæli til danska ríkislóg við nøkrum viðmerkingum, sum eru so kolonialistiskar, at ið hvussu er Fólkaflokkurin má sigast hava eyðmýkt seg sjálvan við at atkvøða fyri teimum. At ein føroysk lóg við øðrvísi viðmerkingum eisini er farin gjøgnum tingið, ger kanska eyðmýkingina eitt sindur minni. Men tað skapar hinvegin so nógvan forvirring, at fáur nú veit hvat, ið vendir upp, og hvat, ið vendir niður.
Advokatarnir trína inn
Og tá er tað so, at málið verður lagt fyri advokatarnar at greina!
Undir viðgerðini av málinum settu bara nakrir heilt fáir av okkara fólkavaldu seg førar fyri at seta fram egna meting av hesum fløkta máli. Nei, til tess kravdust notat frá advokatum! So politikararnir gingu og veipaðu við notatum og býttu notat út, og lósu burtur úr notatum tá teir talaðu.
Fyrst var tað ein advokatur á løgtingsskrivstovuni sum segði, at varð danska lógin samtykt, var tann føroyska meiningsleys. Hendan advokat helt andstøðan seg til.
Síðani var tað ein kendur advokatur við privatari praksis, sum kallaði lógina eitt framstig og segði, at donsku viðmerkingarnar bara staðfestu veruleikan. Hendan advokat helt samgongan seg til.
Síðani var tað leiðarin á einum svenskum universiteti ið fæst við fólkarætt, sum segði, at her var stórur vandi á ferð. Hann vísti andstøðan sjálvsagt eisini til.
Og so, meðan sjálv viðgerðin av málinum var í tinginum (sic!), kom løgmaður við enn einum notati frá eini advokati á Løgmansskrivstovuni, sum segði, at her var alt í lagi.
Eins og Kallsberg bílegði eitt notat í Jørgen-málinum, hevði løgmaður bílagt hetta notatið. Og tað var - kanska ikki so óvæntað - jaligt mótvegis ætlanum løgmans. Við hesum í hondini kundi Eidesgaard nú siga, at alt var gott.
Tað var sum at sita í kirkjuni at hoyra politikararnar, hvør í sínum lagi, royna at útleggja tekstin hjá hesum ymisku advokatunum. Tí eins og prestarnir mugu royna at byggja alt tað, teir siga, á Skriftina, so tordu fáir politikarar at siga nakað uttan so, at teir kundu vísa til okkurt "skriftstað" hjá einum advokati.
Ein avgerandi munur er kortini: Bíblian er liðugt skrivað. Har er einki at leggja afturat, og einki at taka frá. Men tørvar tær hjálp í politikki, kanst tú altíð bíleggja eitt nýtt notat frá einum nýggjum advokati. Tað varð gjørt fleiri ferðir í hesum málinum. Og allir partar fingu akkurát tað, sum teir vildu hava!
Fólkið má skilja lógirnar
Hetta málið átti at lært okkum, at advokatar eru menniskju sum tú og eg. Teirra meiningar og metingar fara í hvør sína ætt. Teir kunnu duga væl - men teir kunnu eisini duga út av lagi illa. Og so eru nógvir teirra eisini til sølu til tann, sum bjóðar mest.
Tí er tað skeivt, at advokatar hava status sum politisk orakul. Ein politikari hevur skyldu til at seta seg væl inn í tingini, og síðani taka støðu eftir bestu sannføring. Sjálvsagt kunnu advokatar geva ráð - men politikarin skal ikki keypa sær argument frá advokatum. Hann skal sjálvur duga at grundgeva fyri síni avgerð. Hann skal skilja hvat tað er, hann ger. Og tað vóru tað bert fáir politikarar, sum gjørdu í hesum føri.
Og tað er ikki fyri teirra egnu skyld, at politikararnir skulu gera greiðar lógir og viðtøkur. Lógirnar verða jú gjørdar fyri vanlig fólk. Tí hava politikararnir skyldu til at syrgja fyri, at tað, teir samtykkja, er greitt. Ein og hvør við vanligum begávilsi, sum lesur lógirnar, skal kunna skilja, hvat tær merkja.
Tá bæði politikarar og advokatar og vanlig fólk eru ósamd um hvat tað er, ið løgtingi hevur samtykt, so er talan um út av lagi vánaligt politiskt arbeiði. Og tí var tað undir allan kritikk, at málið um hesar góðu heimildir fór gjøgnum tingið við so minimalari viðgerð, sum tað fekk.
Eitt rópa tey "majorisering". Tað er, tá ein meiriluti trýstir nakað ígjøgnum, uttan at minnilutin fær møguleika at viðgera tað til lítar. Tað var tað, sum hendi í hesum føri. Og úrslitið er tann stóri ivi, sum nú valdar. Eingin skilir hvat hendir á løgtingi, tí har eru gjørdar tvær samtyktir, sum peika í hvør sína ætt.
Hesin forvirringur var sjálvsagt orsøkin til, at Jóannes Eidesgaard hevur víst til tveir advokatar sum siga, at alt í lagi. Tað er sum um hann heldur, at orðið hjá einum advokati er ein blástempling í sjálvum sær. Men tað er nakað vrøvl. Og fyri alt tað hava aðrir advokatar sagt júst tað mótsatta.
Tað er Palleba sum rindar fyri okkara lógarsmíð. Tað, hann hevur fingið fyri pengarnar í hesum føri, er til lítlan sóma fyri landsstýrið og meirilutan á løgtingi.