Føroya Tele og telefelagið, Huawei í Kina, hava nú gjørt avtalu um, at farnetið hjá Føroya Tele verður eitt tað fyrsta landið í heiminum, sum fær nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, nevniliga 5G
Verkætlanin er longu farin av bakkastokki, og í januar næsta ár fer sjálvt arbeiðið í gongd, sigur Føroya Tele í eini fráboðan beint nú. Og gongst eftir ætlan, kunnu føroyingar, longu á sumri 2019 royna nýggju, framkomnu 5G-tøknina, ið væntandi fer at slóða fyri kollveltandi møguleikum í framtíðini.
– Okkara aðalmál er at ganga á odda í føroyska framburðinum, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele. Og hann sigur, at tá ið fimm 5G verður sett til í Føroyum verða vit eitt av fyrstu londum, ið fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøknini, sigur samtaksstjórin.
– 5G verður mett at verða grundarlagið undir framtíðar talgilda samfelagnum. Tøknilig menning og altjóða stórrák hava við sær, at alt fleiri tól verða knýtt at internetinum.
– Farnetið er ein týdningarmikil partur av talgilda samfelagnum, sum vit alsamt flyta okkum longur inn í. Internet of Things, sum á føroyskum verður rópt Tólnet, er bara á byrjunarstøði enn, og tí kann væntast, at farnetið verður ein uppaftur størri partur av gerandisdegnum hjá flest øllum føroyingum, jú longri vit koma inn í framtíðina, sigur Føroya Tele.
Á Myndini eru tað Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, vinstrumegin, saman við Deng Taihua, President for Wireless Solutions hjá Huawei.