Føroyar á veg móti gullinum

Tað er eingin ivi um, at mótstøðan seinnapartin verður eins stór og í hálvfinaluni móti Bosnia í gjár, tá Føroyar seinnapartin spæla finaluna móti Finnlandi.

 

Finnland spældi seg í gjár í finaluna eftir stórsigur á Onglandi. Í seinasta og avgerandi dystinum í bólkaspælinum tapti Finnland 30-28 móti Bosnia og endaði tí nummar tvey í bólkinum. Men út frá tí dystinum ber til at siga, at liðið er á leið líka sterkt sum Bosnia, sum Føroyar í gjár sendi úr kappingini í eini sera spennandi hálvfinalu. Eftir at hava verið aftanfyri meginpartin av dystinum vendi føroyska liðið dystinum móti endanum og vann 21-20.

 

Finalan, sum verður spæld í býnum Narnaca á Kypros, byrjar klokkan 1445, føroyska tíð.

 

Til ber at fylgja við finaluni á Portalinum, og í nýggju sendingini á Rás2, 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 17, frætta vit somuleiðis frá finaluni.