Eftir tvey tap í teimum báðum fyrru dystunum, skuldi føroyska liðið í dag reisa seg ímóti Andorra. Tað gekk eisini eftir skránni hjá føroyska liðnum, sum vann dystin 3-1. Føroyar vann tvey tey fyrstu settini 29-27 og 25-19. Triðja settið streyk Andorra avstað við. Føroyar vann fjórða settið 25-21, og fekk tískil fyrstu og einastu tvey stigini í bólkinum.
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist sostatt hendan:
1. Kýpros, 6 stig
2. Andorra, 2 stig
3. Luksemburg, 2 stig
4. Føroyar, 2 stig
Føroyar hevði eisini dómaraumboðan í undakappingini. Talan var um altjóða dómaran, Jan Hentze, sum dømdi nakrar dystir í undankappingini.