Føroyar væl fyrireikaðar til oljuleiting

-Tað eru fá pláss í heiminum, sum eru so væl fyrireikað til eina oljuleiting sum Føroyar. Og verður olja funnin, so eiga føroyingar ikki at taka hana í land her. Sleppið undan stórum tangaskipum við strendurnar og takið heldur pengar inn um skattaskipanina sigur Halvor Snarvold, royndur oljumaður

 


Føroyingar og olja



Nú Halvor Snarvold, professionellur oljumaður í eitt mannaminn, lítur aftur um bak heldur hann, at tað hevur verið ein sera skilagóð og heppin útviklingur í allari tilgongdini til ta leiting, sum nú fer at byrja í Føroyum. Hann hevur eisini varhugan av, at føroyskir mynguleikar eru sera fegnir um nógv av tí arbeiði, sum gjørt er í t.d. GEM. ?Alt tað tilfarið, sum er gjørt í sambandi við GEM, verður nú brúkt í tilrættaleggingini av komandi boringum. So tað hevur riggað væl.


Halvor Snarvold heldur tað ikki vera at taka munnin ov fullan at siga, at Føroyar sum samfelag eru kanska nógv betur fyrireikaðar til eina komandi leiting enn nakað annað øki í heiminum, sum er farið undir leiting. Her hugsar hann so serliga um tey fakligu økinini, ið hava beinleiðis við komandi boringar at gera. Uppá fyrispurning um vit í Føroyum hinvegin ikki eru ov sein á sjóvarfallinum, tá tað ræður um at umrøða tær meira samfelagsligu, mentanarligu og sosialu avleiðingarnar av eini leiting heldur Halvor Snarvold, at hetta orðaskiftið kemur ikki ov seint, tí avleiðingar av hesi vinnu fer tú ikki at merkja fyrr enn tú hevur funnið nógva olju og skal til at byggja út stór felt. Og eftir øllum at døma ganga tað enn nøkur ár, áðrenn vit síggja eina veruliga framleiðslu á føroyskum øki.


Onga olju til Føroya

Tá vit spyrja Halvor Snarvold um hansara persónligu meining um hetta at skula gera av, um oljan skal í land í Føroyum ella ikki, tá er hann rættiliga avgjørdur. ?Mín meining er tann, at tit eiga als ikki at taka olju ella nakað, sum hevur við hana at gera í land í Føroyum. Tað er nógv lættari og betri at fáa pengarnar inn um skattaskipanina heldur enn at skula hava stór tangaskip siglandi við strendurnar og harvið verða ein álvarslig umhvørvislig hóttan og til bága fyri fiskivinnuna.


Halvor Snarvold telist ikki millum teirra, sum bera ótta fyri avleiðingunum av eini oljuvinnu. Hann heldur, at fyrireikingarnar hava verið sera skilagóðar. ?Eg haldi føroyingar eru alt ov intellegentir til at enda í eini ?Kuwaitstøðu?, har pengarnir floyma inn í samfelagið og taka yvirhond. Tað skal ein oljugrunnur m.a. forða fyri.