Tað er leygardagur. Klokkan er hálvgum níggju um kvøldið. Í miðbýnum í Sydney pumpar tónleikurin og 7500 litrík og lívlig fólk koma syngjandi og dansandi gjøgnum gøturnar.
Sydney Mardi Gras er júst farið av bakkastokki. Hetta er 29. ferðin at skipað verður fyri hesi skrúðgongu, sum er ein sterk politisk skrúðgonga, har ljós verður varpað á viðurskiftini hjá samkyndum.
Sterkur politiskur boðskapur
Reðin Húsdal Leonsson, sum lúttók á skrúðgonguni leygardagin, lýsir týdningin av henni soleiðis.
– Skrúðgongan hevur alstóran týdning fyri samkynd um allan heimin. Hon vísir á at rættindi hjá samkyndum hava týdning, og at samkynd hava rætt til somu rættindi sum øll onnur. Skrúðgongan hevur ein sterkan politiskan boðskap, greiðir Reðin Húsdal Leonsson frá og vísir síðani á, at skrúðgongan er ein av teimum fáu møguleikunum hjá samkyndum at savnast og fagna fjølbroytni, felags samleika og rætt til at elska frítt.
Lítil mótmælisgonga grundarsteinurin
Tað var annars í 1978, at Sydney Mardi Gras sá dagsins ljós. Tá var talan um eina lítla mótmælisgongu, har ljós varð varpað á støðuna hjá samkyndum í Avstralia, sum vóru fyri mismuni og vanbýti.
Hetta er grundarsteinurin undir tí stórfingna tiltaki, sum 400.000 áskoðarar og milliónir av sjónvarpshyggjarum vóru vitni til farna leygarkvøld. Eitt tiltak har Føroyar vóru umboðaðar og fagnast varð um, at grein 266b í revsilógini nú eisini fevnir um samkynd.