Klokkan 11 byrjaðu dystirnir um 5/6. plássið og 7/8 plássið í NM U17 kappingini.
Bæði tey føroysku landsliðini vunnu aftaná brotssparkskappingar.
Argir: Føroyar U19 - Finnland 6-5 (1-1) - har var finski málverjin útvístur aftaná 7 minuttirs spæl. Í 21. minutti legði Petur Andreasen (KÍ) Føroyar á odda 1-0. Í 28. minutti javnaði Karim Jouini fyri Finnland. Aftaná 40 minuttirs spæl er framvegis javnleikur. Føroyska U19 landsliðið megnar ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna 11 ímóti 10. 60 minuttir farnir á Argjum og teir 10 finnarnir eru betri við enn teir 11 føroyingarnir. Dysturin endaði við brotssparkskapping, og har vann føroyska liðið 5-4, og gjørdist sostatt nummar 5 í NM kappingini.
Gundadalur: Føroyar U17 - Ísland 6-5 (1-1) - í 7. minutti stútaði John Frederiksen (Brøndby) bóltin í íslendska málið. í 27. minutti javnaði Sámuel Kári Fríðjónsson við einum góðum stútara. Føroyar var betri við fyrru helvt av fyrra hálvleiki, meðan Ísland var betur í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, og vóru gestirnir nærri við 2-1 enn okkara U17 landslið. 55 minuttir farnir. Ìslendingar høvdu eina roynd á yvirleggjaran í 52. minutti. Emil R. Madsen (Frederikshavn) í føroyska málinum hevur eisini havt nakrar rimmar bjargingar. Føroyska liðið var betri við ímóti dystarenda, og hevði onkran góðan málmøguleika. Dysturin endaði við brotssparkskapping, og har vann føroyska liðið 5-4, og gjørdist sostatt nummar 7 í NM kappingini. Fyrsti íslendski skjúttin, Alexander Helgi Sigurðsson slapp enntá at skjóta tvær ferðir. Emil R. Madsen vardi fyri fyrra brotssparkinum. Men finski dómarin metti, at tann frálíki ungi málverjin tveitti seg ov tíðliga.
Hagtalsliga hevur føroyska U17 landsliðið fingið tveir javnleikir í hesari kappingini. 0-0 ímóti Finnlandi og 1-1 ímóti Íslandi. Dystirnir hjá U19 landsliðnum verða ikki skrásettir, tí talan er um mótstøðulið í einum øðrum aldursbólki. Føroyska liðið fekk ein sigur (3-1 ímóti Íslandi) og ein javnleik í kappingini (1-1 ímóti Finnlandi). Hagtalsliga vera brotssparkskappingar ikki skrásettar.