Føroyar áttu næststørsta tapið

Tað var tungt viðføri, sum føroyska landsliðsferðalagið hevur við sær tíðliga í gjáramorgunin, tá ið farið varð úr Vágum við kós ímóti Ukreina. 6-0 tapið er so mikið tungt og stórt, at tað sjálvandi er best, at tað verður lagt eftir í Føroyum.

Føroyska tapið leygadagin var tað næststørsta í teimum 21 EM undankappingardystunum, sum vórðu spældir í dag. Størsta tapið legði San Marino rygg til á útivølli. San Marino vitjaði í Slovakia, og heimaliðið vann 7-0. Eisini har var støðan eftir 1. hálvleik 2-0. Meðan tvey mál vórðu skorað beinanvegin í Føroyum, so megnaði San Marino at halda tørn í 24 minuttir, áðrenn fyrsta málið varð skorað ímóti teimum. Í ongum av hinum 19 dystunum í dag var málmunurin størri enn trý mál.