Føroyar tiknar av skránni

Fram til í fríggjadagin stóðu Føroyar á skránni á almennu heimasíðuni hjá Kenny Rogers, men nú eru konsertirnar á klettunum burtur. – Eg veit onki. Tað veit Gud. Men vit fara at tosa við managaran hjá Kenny í kvøld, og tá vita vit, sigur Hans Jørgen Djurhuus frá Sp/f Holmen

Stórur ruðuleiki hevur valdað kring konsertirnar, sum Kenny Rogers skuldi halda í Føroyum í septembur, síðan Sosialurin avdúkaði, at hetta helst ikki bleiv til veruleika og at fyriskipararnir ikki vóru at finna.


Eftir at greinin var prentað komu fyriskipararnir fra, og í gjár komu teir við einum telduposti, sum vísti at rinda teir eina ávísa upphædd, so kemur Kenny Rogers til Føroya kortini.


Nú er ein nýggj vend í málinum, sum bendir á, at ongin konsert verður. Nú eru Føroyar tiknar av skránni á almennu heimasíðuni hjá Kenny Rogers.

Hetta hendi einaferð seinnapartin í gjár.


Føroysku fyriskipararnir lovaðu fríggjadagin at koma við einum endaligum prógvi mánadagin, sum sigur, at Kenny Rogers kemur. Men í dag er mánadagur, og onki prógv er komið.


- Eg veit onki

Hans Jørgen Djurhuus, ein av teimum, ið skuldi skipa fyri konsertunum í Føroyum, sigur, at beint nú er øgiliga lítið at frætta um Kenny Rogers.

Spurdur, hvussu møguleikin er fyri, at Kenny Rogers kemur til Føroya er, er hann serstakliga spakur.

- Eg veit onki. Tað veit Gud. Men vit fara at tosa við managaran í kvøld, og tá vita vit um hetta verður egg ella ungi, sigur hann.

Og leggur afturat, at Benny við Sandá veit helst meira.

Men Benny við Sandá tekur ikki telefonina.


Fáa pengarnar aftur

Hans Jørgen Djurhuus greiðir somuleiðis frá, at skuldi alt farið, so fáa fólk pengarnar aftur.

- Fólk fáa pengarnar aftur, um onki skuldi blivið. Men vit selja framvegis atgongumerkini, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

Spurdur um peningurin er til, so er hann avgjørdur á fyrsta sinni.

- Teir eru fastir. So teir pengarnir eru til, staðfestir hann.

Brúkaraumboðið vísir á, at fólk hava krav uppá, at fáa peningin aftur, og at skuldi felagið farið á húsagang, so er talan um eitt heilt annað mál, sum hann ikki kann gera nakrar serligar gitingar um.


Okkurt løgið

Hinvegin váttar hann, at okkurt undarligt er gingið fyri seg, men vil ikki koma inn á, hvat tað í veruleikanum er.

- Tá vit vita, hvussu verður, so skulu fólk nokk fáa at vita, hvat er gingið fyri seg, sigur hann.

Tí kunnu vit staðfesta, at hóast prógv skuldi koma í dag, um at Kenny Rogers kemur til Føroya, so fáa vit onki tílíkt, samstundis, sum vit kunnu staðfesta at tað ikki hevur gingið nakað serligt hjá Sp/f Holmen seinastu tíðina.