Føroyar taptu í Litava

Gunnar Vatnhamar skoraði føroyska málið, tá Føroyar taptu 2-1 í Vilnius

Føroyska A-landsliðið tapti í dag venjingarlandsdystin móti Litava, sum bleiv spældur á LFF Stadionas í Vilnius. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin stutt fyri tíð.

Bartal Wardum, Magnus H. Jacobsen og Hilmar Leon Jakobsen fingu allir debut frá byrjan. Eisini Heðin Hansen spældi sín fyrsta dyst frá byrjan, men hann hevur fingið minuttir á landsliðnum fyrr.

Tað var lítið veiggj í fyrra hálvleiki, har heimaliðið spældi væl betri enn gestirnir úr Føroyum. Okkara høvdu trupult við at fáa nakað samanhangandi spæl og skapa málmøguleikar. Vandamestu støðurnar komu eftir long innkøst frá Hilmari Leon Jakobsen.

Stutt fyri hálvleik veksur trýstið á føroyska málið. Tríggjar minuttir fyri tíð gongur galið, tá Gratas Sirgėdas fær ein retur í brotsteiginum. Tað endar við at 25 ára gamli Gratas Sirgėdas kann skora úr stuttari fjarstøðu

Tríggjar minuttir seinni kemur enn eitt innlegg innfyri úr vinstru. Hesa ferð kemur Gunnar Nielsen skeivt út og aftur kann Gratas Sirgėdas skora. Hesa ferð við høvdinum. Sum heild var fyrri hálvleikur ikki góður, og upp til fleiri spælarar vóru langt undir sítt besta.

Í hálvleikinum koma Ári M. Jónsson, Gunnar Vatnhamar og Dan í Soylu inn, og løtu seinni koma Brandur Hendriksson, Hallur Hansson og Jóannes K. Danielsen eisini á vøllin. Litava ger eisini fleiri broytingar og tað ávirkar heimaliðið nakað, men nýggju føroysku spælararnir settu nýtt lív í dystin.

Føroyska liðið fær minkað um munin í yvirtíðini, tá Hilmar Leon Jakobsen roynir seg við saksasparki, sum endar á tvørstongini. Gunnar Vatnhamar er fyrstur á returinum og skorar.

##ms##