Føroyingar byrjaðu væl í dystinum ímóti Íslandi í dag, og komu til dømis fram til hornaspark eftir seks minuttum, men so tóku íslendingar yvir.
Longu eftir tíggju minuttum legði Ísland seg á odda eftir inlegg frá Arnor Sveinn úr vinstru síðu, sum Matthias Vilhjálmsson skallaði í høgra málhorn.
Í 37. minutti gjørdist støðan 2-0 til Ísland, tá Kolbein Sitgtórsson fær bóltin úr høgru síðu og skorar úr stuttari frástøðu.
Í hálvleikinum gjørdu Føroyar ein skifting. Út fór Atli Danielsen og inn kom Súni Olsen.
Í seinna hálvleiki fingu Føroyar nakrar møguleikar, har Bogi Løkin, Jóan Símun Edmundsson, Egil á Bø og Símun Samulsen royndu seg ímóti málinum, men bara Bogi Løkin megnaði at raka málið, og tað skotið gav ikki íslendska málverjanum stórar trupulleikar.
Egil á Bø var í seinna hálvleiki skiftur út fyri Atla Gregersen.
Men hóast føroyingar komu meiri fyri seg í seinna hálvleiki, so kom onki mál, og dysturin endaði harvið 2-0 til Ísland.
Føroyska liðið:
Gunnar Nielsen - Egil á Bo (Atli Gregersen, 65.), Atli Danielsen (Súni Olsen, 46.), Bogi A. Løkin (Andrew av Fløtum, 72.), Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen (Christian R. Mouritsen, 79.), Høgni Zachariasen (Einar Hansen, 72.), Vagnur Mohr Mortensen, Jónas Tór Næs, Jóan Símun Edmundsson (Bárður Olsen, 79.).
Óbrúktir útskiftarar: Meinhardt Joensen, Jan Ingi Petersen og Dánjal Davidsen.
Dómari til dystin var danin Claus Bo Larsen.