Vit vóru á odda 14 ? 8 í hálvleikinum, men endaðu við at tapa við einum máli í venjingardystinum í móti Luksemborg. Føroyska landsliðið í manshondbólti spældi í dag fyrra av tveimum landsdystum móti Luksemborg. Dysturin varð leiktur í høllini í Kollafirði. Føroyar kom væl frá byrjan og var á odda 14 ? 8 í hálvleikinum.
Luksemborg kom út til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og javnaði, áðrenn okkara megnaði at fáa bóltin í málið. Síðani gekk javnt á til dystarenda. Tað endaði við, at Luksemborg megnaði at hála sigurin heim við einum máli, 22-21.
Liðini hittast aftur í høllini í Vestmanna í morgin klokkan 15:00.