Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
At leggja eina politiska ætlan fyri komandi 10 árini er eitt skilagott stig, sum Føroya løgmaður hevur tikið. Politikkur snýr seg m.a. um at síggja frameftir og at fyrireika seg til avbjóðingar, sum enn ikki eru komnar undan kavi. Neyðugt er at hava visiónir fyri framtíðina, tí uttan visiónir doyr fólkið, sigur Salomon í orðtøkum sínum.
Miðflokkurin tekur hesa ætlan sum eina positiva avbjóðing. Vit vilja positivt samstarva um á politiskum støði at fyrireika okkara samfelag til framtíðina. Eg fari í nøkrum lesarabrøvum at vísa á nakrar gongdar leiðir fyri okkara samfelag.
Hvat duga føroyingar
Eg haldi, at føroyingar í alt ov lítlan mun hava dyrkað okkara sterku síður sum fólk. Vit eru ein sjóvinnutjóð, og okkara sterkasta síða er uttan iva, at vit útbúgva og eiga millum heimsins bestu sjómenn. Á øllum heimshøvunum sigla teir umborð á skipum úr mongum tjóðum, og hava teir gott orð á sær allar staðir. Útbúgvingin, sum teir kunnu nema sær í okkara egna landi, er høvuðsgrundarlagið undir hesum veruleika, og hon røkkur til allar uppgávur, sum finnast í sjóvinnuni.
Føroyar útbúgvingardepil
Og júst á útbúgvingingarøkinum eiga vit føroyingar at selja okkum munandi betri. Hví ikki gera Føroyar til ein útbúgvingardepil fyri sjófólk, so tey kunnu koma frá nær og fjar til land okkara at nema sær sjóvinnuútbúgving. Hví er tað bara náttúrligt fyri okkum føroyingar at fara aðrastaðir at fáa útbúgving, meðan tað tykist trupult at fáa onnur hendavegin? Hetta er ein avbjóðing, sum landsstýrið eigur at taka í størsta álvara og kann uttan iva gerast eitt annað bein at standa á. Vit føroyingar duga at fiska, vit duga at manna skipini og at útbúgva sjófólkið. Latið okkum selja hesa vitan og fáa okkum vinning úr hesum møguleikum.
Tað snýr seg um at selja "know how". Hvussu nógv hava føroyingar fingið burturúr at givið okkara vitan burtur eitt nú innan rækjuvinnuna, nótavinnuna og flakavinnuna? Hvussu nógvir føroyingar hava ferðast kring heimin og hildið skeið og fingið inntøkur til landið tann vegin? Og so kunnu vit spyrja hinvegin. Hvussu nógvir t.d. norðmenn hava ókeypis givið okkum ráð og vegleiðing innan eitt nú alivinnuna? Og hvussu nógvir danir eru ikki her árið runt og selja okkum skeið innanfyri nærum øll lívsins viðurskifti? "Know how" er ein søluvøra, sum fólk vilja geva høgan prís fyri. Her eru ótroyttir møguleikar fyri okkum føroyingar, serliga innan sjóvinnuútbúgvingarøkið.