Føroyar sum eitt valdømi á tingborð í morgin

Hósdagur 16. august 2007 kann gerast søguligur í okkara løgtingssøgu. Tí henda dag fer Edmund Joensen, tingformaður at leggja uppskot fram á ting um Føroyar sum eitt valdømi Edmund Joensen váttar fyri Portalinum, at hann í morgin hósdagin 16. august fer at leggja uppskot fyri løgtingið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Sambart Útvarpinum fyrr í dag hevur Edmund Joensen fingið tilsøgn frá formansskapinum í løgtingum at leggja uppskot fram um Føroyar sum eitt valdømi. Verður uppskotið samtykt verður bert eitt valdømi á komandi løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi 19. januar 2008.