Føroyar sukku í Bermudatríkantinum

Spælið kom ongantíð at koyra, og kreftirnar vórðu ístaðin nýttar upp á dómaran, tá føroyska manslandsliðið mátti veittrað farvæl til gullmerkini

Lerwick: »Ein vakur deyði«. Soleiðis var yvirskriftin, tá Føroyar fyri tveimum árum síðani taptu eina intensa og framúr væl spælda finalu móti Saaremaa fyri tveimum árum síðani.
Hóskandi kundi »ein ljótur deði« verið nýtt sum yvirskrift hesaferð, tí tað var ikki nógv glamourøst yvir avrikinum, menninir í hálvfinaluni taptu fyri Bermuda.

Sjálvgjørt
Frá fyrsta bólti tóktist tað hinvegin, sum var tað Bermuda, sum í størri mun vildi vinna dystin. Føroyingarnir tóktust hava fingið skeiva beinið fyrst inn á vøllin, og skjótt megnaðu teir reyðklæddi mótstøðumenninir at draga nakað frá.
Samstundis byrjaðu frustratiónir at koma fram á føroyska liðnum. Persónlig mistøk í hópatali kostaðu nógvar bóltar, og tá hinir ikki framdu somu mistøk, so kostaði tað altso.
Tað eydnaðist tó okkara at koma aftur í dystin. Næsta settið var vunnið, og eisini í triðja settinum var liðið á sigurskós. Fram til 24-23 vóru tað okkara, sum høvdu takið, men tá Rúni Weihe smekkaði jump-servuna í netið, tóktist ganga galið. Bermuda tók av møguleikanum. Teir vunnu settið. Og so komu frustratiónirnar av álvara í blóma.
Jú. Dómararnir vóru avgjørt ikki millum teir bestu, og ferð eftir ferð vóru feildømingar við netið, við sløgum og eftir linjunum. Men hesir dómar gingu báðar vegir.
Munurin var bara, at okkara spælarar lótu við seg koma. Kreftirnar vórðu nýttar á skeivum stað, og so fekk Bermuda lætt spæl. Teir vóru nú eisini so ruddiliga omaná sálarliga, og fagnaðurin bara vaks fyri hvønn bóltin, sum vunnin var. Eina lítla løtu tóktust okkara gera eina bjargingarroynd, tá 10-18 varð broytt til 15-19, men so var eisini liðugt. Bermuda streyk avstað við seinastu bóltunum - og finaluplássinum móti Saaremaa. Og so mugu okkara dreingir taka til takkar við einum dysti um bronsuna. Og tað kunnu teir einamest takka sær sjálvum fyri.