Føroyar størri enn Italia

- Fyri okkum er hesin dysturin størri enn dysturin ímóti Italia, tí nú vænta øll at vit skulu vinna. Teir hava ein bretskan venjara, ið kennur bretskan fótbólt. Teir fara at hava nógvar leikarar aftanfyri bóltin og fara at royna at seta kílar í okkara álopsspæl, sigur Nigel Worthington við SkySports News í dag.

 

Norður-Írland hevur fingið eina góða byrjan uppá EM undankappingina higartil. Teir vunnu á útivølli ímóti Slovenia og spældu fríggjakvøldið málleysan javnleik ímóti Italia á Winsor Park í Belfast.

 

- Tað er gleðiligt fyri okkum, at vit í teimum báðum fyrstu dystinum hava megnað at hildið nullið. Ímóti Italia vístu vit eisini, at vit ikki eru bangnir fyri nøkrum, sigur Nigel Worthington víðari.

 

Um Norður-Írland vinnur dystin á Svangasgarði so hava teir góð kort á hondini.

 

- Dysturin ímóti Føroyum er ein dystur,ið vit skulu vinna um vit vilja víðari. Vit hava at góðan møguleika fyri at at koma í eina góða støðu týsdagin, sigur Nigel Worthington at enda.

 

Dysturin millum Føroyar og Norður-Írland verður týsdagin klokkan 16.00. Dysturin verður eisini vístur beinleiðis á SkySports.