- Við einari framúr byrjan, har Føroyar vóru á odda 9-1 eftir 13 minuttum, vórðu lunnar lagdir undir sigurin hjá U18 á Finnlandi í dag. Úrslitið gjørdist 30-25, eftir 18-10 í hálvleikinum. Okkara dreingir høvdu fyrireikað seg væl upp á finska álopið, og høvdu finnar sera trupult við at koma til málmøguleikar.
Tað sigur Ári Rouch.
Hann vísir á, at føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik heldur illa og fingu bert trý mál fyrstu 13 minuttirnar. Ov nógvir møguleikar vórðu brendir, og verjan haltaði. Finnar vunnu seg upp á 16-21, men nærri enn fimm málum komu teir ikki, hóast teir royndu seg við mansverju av Bartali og Brandi og 7-mans álopi.
Heini Edvardson fekk tíverri reytt kort í seinna hálvleiki, tá hann koma at taka í armin á fríum leikara. Hann verður helst leikbannaður til næsta dyst.
- Føroyska liðið spældi sum heild ein fínan dyst, við færri tekniskum villum og hægri skoringsprosenti í mun til undanfarnu dystirnar í kappingini.
Ári Rouch sigur, at Føroyar hava frí í morgin, men hini liðini spæla sínar seinastu dystir í bólkaspælinum. Føroyar kunnu enda sum nummar 2 ella 3 í bólkinum - alt eftir úrslitunum í morgin.
Støður og alt um kappingina sæst her:
Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur topskjúttin Brandur Halgirson.
Málskjúttar:
Brandur Halgirson 11, Jóni Guttesen Viderø 4, Bartal Klein Olsen 4 (3), Ólavur av Fløtum Mittún 4, Johan í Garðastovu 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Tróndur Wardum 1, Høgni Paulason Zachariasen 1, Hørður Trygvason 1
Málverjar:
Hørður Trygvason 28%
Uni Petersen 15%










