Fyrsti veruligi dysturin hjá Lars Olsen sum føroyskur landsliðsvenjari verður 15. august í Reykjavík móti Íslandi. Dysturin er ein liður í fyrireikinginum hjá báðum londinum til komandi HM undankapping, sum byrjar 7. septembur.
Føroyska fótbóltssambandið og íslendska fótbóltssambandið hava gjørt eina avtalu um at landsliðini hittast tile in venjingar dyst í íslendska høvðusstaðnum 15. august. Fysta uppgávan hjá HM undankappingini hjá føroyska landsliðnum verður 7. septembur í Hannover móti Týsklandi.
Føroyar spældi móti Týsklandi í EM 2004 undankappingini á júst sama leikvølli. Tá vóru týskarar hepnir at sleppa snikkaleysir við einum 2-1 sigri.