Føroyar spæla í Moskva

Ein hin glæsiligasti leikvøllurin í Europa verður karmurin, tá Føroyar um knappar tríggjar mánaðir skulu royna seg móti Russlandi

Fótbóltur


Hóast røddir hava verið frammi um, at útidysturin hjá føroyska landsliðnum ímóti Russlandi skuldi spælast uttan fyri høvuðsstaðin, soverður hetta tó av ongum.

Russiskir fjølmiðlar skriva í øllum førum, at teir báðir heimadystirnir hjá Russlandi í mars mánaði báðir verða leiktir á Lusjniki stadion. Tað er sama stadion, sum áður æt Lenin-stadion.

Umframt dystin móti Føroyum, sum verður leiktur hin 28. mars, er talan eisini um dyst móti Slovenia, og er hesin ásettur til 24. mars.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at tað í Russlandi ongan tíð hevur verið roknað við, at dysturin móti Føroyum skuldi spælast aðra staðni enn í Moskva.

Dystir verða vanliga spældir á vøllinum longu frá byrjanini av januar mánaði, og harumframt hevur russiska liðið ongantíð spælt undankappingardyst uttan fyri Moskva, síðani 1992, tá gamla Sovjetsamveldið varð upployst. Undan hesum vórðu einstakir dystir spældir í eitt nú Ukraina, men eisini tá, vórðu teir allar flestu dystirnir spældir í Moskva.


Nýggjur vøllur

Føroyar hava eina ferð áður leikt á hesum vøllinum, nevnliga tá okkara menn í 1995 taptu 2-0, men talan er ikki á nakran hátt um sama leikvøll, nú føroyingar fyri aðru ferð fara til russiska høvuðsstaðin.

Síðani 1995 er stadionið nevnliga fullkomuliga umbygt, og stendur í dag sum eitt hitt besta í europa. UEFA hevur eisini góðkent hetta á jøvnum føti við aðrar kendar leikvøllir, og millum annað varð UEFA-Cup finalan leikt her fyri tveimum árum síðani.

Risa stóri leikvøllurin, sum millum annað varð nýttur til olympisku leikirnar í 1980, hevur rúmd fyri 90.000 áskoðarum, og er hetta sostatt størsti leikvøllur, sum føroyska liðið hevur verið á. Til altjóða dystir er markið sambært heimasíðuni hjá UEFA 79.135 áskoðarar, men tað má so eisini metast sum ríkiligt eftir okkara mátistokki.