Føroysku U18-kvinnurnar spældu ein sera góðan dyst móti Eysturríki í European Open endaspælinum í gjár. Úrslitið gjørdist ein stórsigur uppá 27-16, eftir 13-10 í hálvleikinum.
Føroyska liðið setti seg beinanvegin á dystin og kom nøkur mál framum, áðrenn Eysturríki svaraði aftur fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki gekk tað sera væl og okkara bara øktu.
Serliga eyðsýnd var Marianna G. Eystberg, sum skeyt heili 9 mál, harav 5 av 5 uppá brotskast. Eisini var Tóra Eliasen eyðsýnd í verjuspælinum, samstundis sum hon fekk 6 mál í hinum endanum.
Nú klokkan níggju byrjaði dagsins dystur móti Montenegro. Vinna føroysku kvinnurnar tann dystin, skulu tær spæla um 13. plássið í kappingini ímóti antin Slovakia, Íslandi ella Georgia. 18 lond eru við í European Open í ár.
Føroyar endaðu aftast í sínum bólki, hóast føroyska liðið fekk tvey stig, eins og Spania og Kekkia. Russland vann bólkin. Málúrtøkan gjørdi tó, at Spania endaði nummar tvey, Kekkia nummar trý og Føroyar nummmar fýra. Føroyska liðið fekk tey bæði stigini í einum óvæntaðum sigri móti Kekkia.
Málskjúttar í gjár:
Marianna G. Eystberg 9, Tóra Eliasen 6, Siw M. Larsen 3, Maria H. Weyhe 3, Súna K. Hansen 2, Rannvá D. Hanusson 2, Beinta Bárðardóttir 1, Magna Tórðardóttir 1








