Føroyar sleppa hvørki upp í Es ella upp í Efta

Eitt løgfrøðiligt upprit, sum verður lagt fram í hesi vikuni, staðfestir, at so leingi vit eru partur í danska ríkinum, sleppa Føroyar hvørki at fáa limaskap í Efta, ella í ES

Føroyar sleppa hvørki at verða limur í Es ella í EFTA.

Tað staðfestir ein danskur løgfrøðingur í einum uppritið, sum nú verður almannakunngjørt.

Tað er Norðuratlantsbólkurin, sum hevur biðið løgfrøðingin, Ole Spierman, kanna føroyskan limaskap í ES og í EFTA.

Ole Spieman er serfrøðingur í fólkarætti og altjóða rætti. Og ein spurningur, hann skuldi kanna fyri Norðuratlantsbólkim, var, hvørjar løgfrøðiligar møguleikar føroyingar hava fyri at gerast limir í ES ella EFTA.

Uppritið frá løgfrøðinginum verður lagt fram seinni í hesi vikuni.

Men í Løgtinginum Høgni Hoydal avdúkar kortini longu nú, at høvuðsniðurstøðan hjá løgfrøðinginum er, at sum okkara ríkisrættarliga støða er nú, kunnu Føroyar hvørki gerast limir í ES ella í EFTA.

Tað merkir, at skulu vit lima okkum inn í annan av hesum felagsskapin, verður tað ígjøgnum Danmark.

- Tað verður Danmark, sum verður limur vegna Føroyar, staðfestir Høgni Hoydal frá løgfrøðinginum.