Føroyar sleppa frá Ribery

Tá franska landsliðið tann 12. august vann tepurt 1-0 á Føroyum á Tórsvølli, var Franck Ribery ivasamur, men kom kortini inn, tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá hevði Frakland longu fingið málið, men venjarin, Raymond Domenech, kendi seg ikki nóg tryggan, og valdi tí at spæla trumfin út.

 

Framvegis er tað knæið, ið gevur Ribery trupulleikar, og nú Frakland skal spæla teir báðar seinastu dystirnar í HM-undankappingini, kennir hann seg noyddan at geva avboð. Frammanundan hevur Yoann Gourcuff, ið spældi allan dystin í Føroyum, eisini givið avboð vegna skaða.

 

Føroyar mugu vinnast

Hóast Føroyar á pappírinum ikki skuldu verið ræðandi mótstøða, so eru krøvini til Frakland ein sigur, um liðið í øllum førum skal tryggja sær annaðplássið í bólkinum, ið gevur sokallaðar playoff-dystir ímóti einum tveyara úr einum av hinum HM-undanbólkunum.

 

? Vit mugu fyrst og fremst vinna á Føroyum, og tað er ikki givið frammanundan. Spælararnir kunnu ikki møta til dystin sum turistar og halda, at teir longu hava vunnið hann, ávarar franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, í samrøðu á heimasíðuni hjá franska fótbóltssambandinum.

 

Nú tveir dystir eru eftir, er Frakland nummar tvey í bólkinum, fýra stig aftan fyri Serbia og fýra stig framman fyri Eysturríki, sum er mótstøðuliðið hjá fraklendingum í seinasta dystinum. Tí hevur tað serliga stóran týdning at vinna á Føroyum, áðrenn Frakland spælir ímóti Eysturríki.