Føroyar skulu verða við

Yvirgangsálopini í USA eru eitt álop á allan tann fría heimin, og tí skulu Føroyar stuðla atgerðum, sum kunnu beina fyri ræðuliga yvirgangsvirkseminum, sigur løgmaður

Føroyar skulu stuðla atgerðum, sum hava til endamáls at steðga yvirgangsvirksemi, og kunnu Føroyar onkurvegna hjálpa til, so skulu vit eisini gera tað.

 

Tað heldur ein avgjørdur løgmaður, nú NATO hevur sett grein 5 í sínum sáttmála í gildi.

 

- Danmark er limur í NATO, og Danmark hevur sett NATO-sáttmálan í gildi fyri Føroyar eisini, men fyri føroyskar myndugleikar merkir hetta stigið einki í sær sjálvum. Tó eiga vit at taka undir við tí, sigur Anfinn Kallsberg.

 

 

 

Undirgraving

 

- Álopini á New York og Washington vóru ikki bara álop á USA, man á allan tann fría heimin, og tey, sum standa aftan fyri álopini, vilja undirgrava fólkaræði. Tí eiga vit, sum ein partur av vesturheiminum, at verða við til beina fyri hesum yvirgangsvirksemi í tann mun, vit eru før fyri at verða við.

 

Nú verður sagt, at tey seku skulu finnast, og so skal beinast fyri hesi hóttan framyvir. Tekur tú undir við tí?

 

- Er tað á nakran hátt gjørligt at beina fyri hesum ræðuliga yvirgangsvirksemi, so skal tað gerast. Og kann føroyska samfelagið á onkursvegna hjálpa til við hesum, so skulu vit eisini gera tað, sigur Anfinn Kallsberg.