Føroyar hava einki ræði á okkara landamørkum – okkara landamørk eru í dag mørkini hjá danska ríkinum og fara tískil heilt suður til Suðurjútland. Tað merkir, at avgerðin um, nær okkara landamørk skulu vera opin ella afturlatin, liggur hjá donsku stjórnini og er sostatt ikki grundað á okkara smittustøðu.
Men, sjálvsagt eigur avgerðin at liggja í Føroyum og má byggja á okkara støðu. Tað líkist ongum, at Føroyar skulu hava fyri neyðini at spyrja donsku stjórnina um at lata okkara egnu dyr upp. Tað, at vit sjálvi gera av, nær vit skulu lata upp og fyri hvørjum, kann bera okkum skjótt og væl ígjøgnum kreppuna.
Tjóðveldi hevur í tí sambandi, lagt uppskot fyri tingið um at heimtaka okkara egnu landamørk og marknaeftirlit, saman við løgreglu, ákæruvaldi og brotsmálaumsorgan. Hetta snýr seg einfalt og praktiskt um at fáa tey smittubasandi amboðini, sum allar aðrar tjóðir hava og brúka.