Føroyar skulu samstarva við onnur smá samfeløg

Lau Blaxkjær, lektari á Fróðskaparsetrinum og føroysk delegatión á umhvørvisráðstevnuni hjá ST, legði eisini fram á ráðstevnuni hjá SEV, 100by2030.

 

Hann segði, at Føroyar og smá samfeløg annars høvdu góðar møguleikar at útviklað ein grønan og framskygdan umhvørvispolitikk. Vit hava góðar møguleikar at tilpassa okkum skjótt til nýggjar umstøður, tí frástøðan er so stutt.

 

- Nógv smá samfeløg koma saman at samstarva á umhvørvisøkinum og tað er einki, ið forðar fyri, at Føroyar fara við, sigur Lau Blaxkjær.