Sambandsfólk halda, at samráðingar skulu takast upp við ES um treytir fyri ES-limaskapi við undantøkum Í øðrum og triðja punkti í niðurstøðuni, sum landsfundur Sambandsfloksins gjørdi í dag, viðger fundurin útbúgving og Føroyar fram í altjóða samfelagnum.
Um útbúgvingar, sigur landsfundurin, at okkara skúlar skulu dagførast, og at útbúgvingarstigið fyri lærarar og pedagogar skal hækkast líðandi.
Tær maritimu útbúgvingarnar skulu eisini raðfestast hægri, eins og Vinnuháskúlin skal gerast ein hægri altjóða lærustovnur innan maritimar útbúgvingar.
Landsfundurin heldur, at útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi frá 16 ára aldri, og altjóða ?seafood management? útbúgving skal setast á stovn á Fróðskaparsetrinum.
Í brotinum um, at Føroyar skulu vinna fram í aljtóða samfelagnum, sigur landsfundurin, at myndugleikar í høvuðsheitum skulu fylgja tilráðingum frá fiskifrøðingum, tá fiskidagatalið verður ásett.
Føroyar skulu hava ein nógv størri og virknari leiklut í Norðurlandaráðnum enn higartil - innan veðurlag og stovnsrøkt av havsins ríkidømi.
Landsfundurin heldur, at samráðingar skulu takast upp við ES um treytir fyri ES-limaskapi við undantøkum.
- Vit skulu eisini arbeiða fyri at fáa fastam sess í ST, Sameindum Tjóða, sigur landsfundur Sambandsfloksins.