Broytingar skulu gerast á ríkisrættarliga økinum, soleiðis at Føroyar fáa evsta vald í yvirtiknum málum.
Hesa niðurstøðu samdist landsfundurin hjá Sambandsflokkinum um leygardagin.
Men hetta merkir kortini ikki, at Sambandsflokkurin tekur undir við nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum.
? Landsfundur Sambandsfloksins mælir samgonguni til í stundini at sleppa síni endurskoðaðu loysingarætlan, sum hevur til endamáls at lirka skaðiligar politiskar avgerðir ígjøgnum uttan um fólksins vilja, sigur Sambandsflokkurin í fundarniðurstøðu síni.
Greitt býti
Sambandsflokkurin heldur, at samgongan í staðin eigur at viðurkenna tann óreingiliga veruleika, at Føroya fólk ikki tekur undir við fullveldisætlanini. Og út frá hesi sannroynd heldur Sambandsflokkurin, at politiska kósin eigur at verða broytt.
? Landsfundurin mælir til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum, sigur Sambandsflokkurin í niðurstøðuni frá landsfundinum.
Í hesum sambandi vísir Sambandsflokkurin á nýskipanaruppskot sítt frá 1999. Hetta uppskot heldur flokkurin vera besta amboð í samráðingunum fram ímóti meira sjálvbjargnum Føroyum, har vælferðarsamfelagið verður ment og varðveitt, og har komandi ættarlið fáa fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.
? Hendan skipan gevur føroyingum møguleikar fyri reellum sjálvstýri í Føroyum, sum verður ment og útbygt í samsvari við okkara umstingarligu og fíggjarligu førleikar.
? Hendan skipan gevur eisini tí einstaka føroyinginum størri persónligt frælsi, enn ein skipan við fullveldi kann geva, sigur Sambandsflokkurin.
Broyttur flokkur
? Eitt nýtt andlit í formanssessinum kann møguliga betra um umdømið hjá flokkinum, so vit ikki longur verða sett í bás, sum tey, sum einki vilja.
Soleiðis segði Lisbeth L. Petersen við Sosialin áðrenn formansvalið í Sambandsflokkinum, sum Lisbeth vann.
Lisbeth L. Petersen vil vera eitt nýtt andlit í Sambandsflokkinum, soleiðis at flokkurin ikki longur verður kendur, sum ein stirvin og afturhaldssinnaður flokkur. Nýggja forkvinnan ætlar sær at vera lættari at tosa við, tá tað snýr seg um broytingar í ríkisrættarligu støðuni. Men ríkisfelagsskapurin er markið.
Fundarniðurstøðan frá landsfundinum hjá Sambandsflokkinum bendir á, at Sambandsflokkurin hevur førkað seg nærri móti teimum, sum ynskja ítøkiligar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Í øllum førum benda útsagnirnar á, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin nú liggja rættuliga tættir í hesum máli.