Føroyar skulu hava ein blómandi landbúnað

- Eg fari at stuðla undir nýhugsan, førleikamenning, taka lut í gransking eins og stuðla undir lendis-og náttúrurøkt, soleiðis at vit í landbúnaðarvinnuni við stoltleika kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond. Málið er at tryggja okkara landi og fólki góðan føroyskan mat-og landbúnaðarvørur, sigur Bjørn Patursson, nýggjur búnaðarstjóri

Landbúnaður

 

Við móttøkuna á Búnaðarstovuni Frammi í Dali í Kollafirði, har almenningurin fekk høvi at hitta nýggja búnaðarstjóran og starvsfólkið á stovninum, greiddi Bjørn Patursson í stuttum frá sínum visjónum í nýggja starvinum.

Hann ásannaði tó, at nú fyrsta tíðin hjá honum er ein royndartíð, arbeiðir hann sum óður til tess at prógva, at tey, sum standa aftanfyri setanina av sær sum stjóra, ikki skulu angra sína avgerð.

- Eg skal lova tykkum, at um lív og heilsa verður, fari eg ikki at helma í, fyrr enn eg havi rokkið – í øllum førum – nøkrum av mínum málum, sum eg legði fyri setanarbólkin undir tilgongdini fram ímóti starvssetanini.

 

Bjørn og visjónir

Nýggi búnaðarstjórin segði, at hann loyalt fer at halda fram við at menna festiskipanina til frama fyri vinnuna og politiska myndugleikan.

- Eg ætli mær at menna ráðgevingina, soleiðis at vinna og myndugleiki til eina og hvørja tíð fáa holla ráðgeving og haldgóðar upplýsingar at byggja framtíðina á.

Bjørn segði, at hann vil arbeiða fram ímóti at menna royndarvirksemið, ymisku vinnupartarnar sum eitt nú seyðahald, sláturneyta-og mjólkneytahald.

Fyrrverandi formaðurin í Bóndafelagnum og festari í Koltri gjøgnum seinastu 15 árini hevur eisini visjónir um nýhugsan.

- Sum búnaðarstjóri fari eg at stuðla undir nýhugsan, førleikamenning, taka lut í gransking og stuðla undir lendis-og náttúrurøkt. Málið er, at vit í landbúnaðarvinnuni við stoltleika skulu kunna samanbera okkum við onnur framkomin lond, eins og vit skulu kunna tryggja okkara landi og fólki góðar føroyskar mat-og landbúnaðarvørur.

 

At geva tol

Á móttøkuni Frammi í Dali í Kollafirði fríggjadagin heitti nýggi búnaðarstjórin á aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, starvsfólk, viðskiftafólk, vinir og familju um at geva tol við sær hesa fyrstu tíðina, sum hann tók til.

- Gevið mær loyvi til at gera mistøk, tí eg læri av teimum. Gevið mær hugskot og positivan íblástur. Tit vita, at eg havi hjartað á røttum stað!

Bjørn Patursson vísti á, at tó at Búnaðarstovan er ein almennur stovnur, fer hann at loyva sær at seta síni fingramerki á stovnin – positiva vegin, har tað er møguligt.

- Eg fari at royna at halda bæði beinini á jørðini og at vera realistiskur, men eg loyvi mær at hava visjónir og at arbeiða kreativt.

 

Eyðmjúkur stjóri

Nýggi búnaðarstjórin duldi ikki fyri, at hann er ómetaliga eyðmjúkur, men eisini errin av, at setanarbólkurin peikaði á seg til hetta tignarliga og spennandi starv, sum hann segði seg vóna at kunna liva upp til.

- Eg vil, at hvørki aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, ei heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skulu angra setanina av mær, og eg vil enn einaferð takka teimum fyri tað álit, teir saman við setanarbólkinum hava víst mær, segði Bjørn Patursson.