Seinni í ár er ætlanin, at Føroyar aftur skulu hava fast sendifólk í Keypmannahavn. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt løgmann, hvussu verður vorðið við føroyskum sendifólki í Keypmannahavn, eftir at sendimaðurin nakað síðani varð biðin um at koma heim. Hann sigur, at tá ið sendimenn verða boðsendir at koma heim, er tað mangan eitt tekin um, at alt ikki ruggar rætt og tí vil hann hava at vita, hvat ætlanin er og um ætlanin er at flyta sendimannin í Keypmannahavn til fjareystur.
Løgmaður sigur, at landsstýrið leggur stóran dent á at styrkja sambandið við londini í fjareystri, helst Japan, Suðurkorea og Kina. Tí varð sendimamaðurin í Keypmannahavn tikin heim at arbeiða fyri at styrkja sambandið ímillum Føroyar og fjareysstur.
Hann heldur, at hetta var ein góð loysn, tí føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur havt nógv samband við fjareystur. Men hann leggur kortini afturat, at seinna hálvár í ár verður miðað eftir at seta nýtt, føroyskt sendifólk í Keypmannahavn.