Føroyar skrivaðu søgu

1-0 sigurin ímóti Andorra ber við sær, at Føroyar hava átta stig, og so nógv stig hevur tað ongantíð áður eydnast at vinna

Tað er gott lag á Tórsvølli. Føroyar hava vunnið 1-0 ímóti Andorra. Harvið hava Føroyar vunnið átta stig. Tað er nýtt met í undankapping, og harvið hava Føroyar í kvøld skrivað nýggja søgu.

 

Einsamallur málskjútti var Gilli Rólantsson Sørensen, sum í fyrra hálvleiki tamdi eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og síðani smekkaði til. Hetta var fyrsta málið, sum Gilli hevur skorað á landsliðnum.

 

Eftir steðgin var spælið óskipað og tað kendist vera strongt. Talan var um nógvar nærdystir og nógv long spørk. Ferðin var lág, og neyvleikin var ikki so stórur.

Tað ráddi um at verja og vinna øll stigini, og tað eydnaðist. Andorra hevði fólkið longri frammi á vøllinum eftir steðgin enn í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki gestunum at vinna seg til upplagdar málmøguleikar.

 

Føroysku spælararnir vístu sera góðan hugburð og stríðsvilja, og verjan við Odmar Færø á odda vann allar luftdystirnar.

 

Frásøgnin á in.fo

http://www.in.fo/news-detail/beinleidis-foeroyar-hava-vunnid/?L=twqpcdrrwxwtnzha&cHash=0e9a54ecc1d1c157dbdd7770d2a2237e

 

 

 

 

Føroyar-Andorra 1-0 (1-0)

HM undankappingardystur á Tórsvølli sunnudagin 3. september 2017 kl. 17.00

Dómarabólkur av Malta: Alan Mario Sant, Roberto Vella, Jurgen Spiteri og Farrugia Cann Trustin

4.357 áskoðarar

1-0: Gilli Rólantsson Sørensen 31.

Føroyar: Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jónas Þór Næs, Fróði Benjaminsen, René S. Joensen (Róaldur Jakobsen, 54.), Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 85.), Gilli Rólantsson Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 90.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson, Eli Falkvard Nielsen, Karl Løkin, Patrik Johannesen

Andorra: Josep Gomes – Jordi Rubio, Ildefons Lima, Max Llovera, Chus Rubio – Marc Vales, Marc Rebés, Marcio Vieira, Moisés San Nicolás – Marc Pujol, Alex Martinez