Kendi danski skemtarin og sjónvarpsverturin Jan Gintberg, varpar í kvøld ljós á Føroyar á ein øðrvísi hátt. Hetta ger hann í sjónvarpssending á DR1 klokkan sjey føroyska tíð. Talan er um ein part í røðini »Gintberg på kanten«, har skemtarin vitjar útjaðaran í Danmark sum Føroyar jú eru partur av.
Í lýsingini fyri sendingini stendur millum annað, at føroyingar ofta verða lagdir undir at vera fullir av fórdómum, afturhaldnir og uttan humor. Hetta er nakað av tí, Gintberg kannaði á ferðini í Føroyum, har hann millum annað royndi hvítanýru og undirhelt í Norðurlandahúsinum.
Sendingin »Gintberg på kanten« har Jan Gintberg vitjar í Føroyum, verður send á DR1 klokkan sjey í kvøld.










