Tað hevur støðugt gingið niður á bakka hjá føroyska fótbóltslandsliðnum á FIFA-styrkilistanum síðstu árini, og nú er Føroyar aftur farið skeiva vegin. Á síðsta FIFA-listanum er Føroyar dottið tvey pláss niður eftir listanum, so okkara landslið nú er at finna á 190. plássinum.
Hetta er tað lægsta, sum Føroyar nakrantíð hava verið á listanum, og um vit skulu fylgja FIFA-listanum, so er Føroyar ímillum 20 tey veikastu landsliðini í FIFA-høpi.
Millum fremstu liðini er at kalla eingin broyting, tí Brasilia er enn á odda framman fyri Argentina og Italia.
Av norðanlondum liggur Svøríki fremst á einum 19 plássi. Danmark er farin fýra pláss niður og liggur nú nummar 30. Noreg stendur í stað á 35. plássi, meðan Finland er farið trý pláss upp til nummar 38. Ísland er næstaftast av norðanlondunum á listanum. Teir eru farnir heili átta pláss aftur og liggja í løtuni á einum 117. plássi.










