Føroyar sjálvstøðugan limaskap í norðurlendskari málnevnd

Nú Nordens Sprogråd verður umskipað á nýggjárinum, fáa Føroyar sjálvstøðugan limaskap í nevndini í nevndini

- Í sambandi við at norðurlendska málnevndin Nordens Sprogråd á nýggjárinum verður umskipað til eina serfrøðinganevnd í norðurlendskum málspurningum, hava Føroyar fingið sjálvstøðugan limaskap á jøvnum føti við hini norðurlondini í ráðgevaranevndini í málspurningum Ekspertgruppen Nordens Sprogråd, stytt ENS.

Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, í tíðindaskrivi.

Hon sigur, at upprunaætlanin var, at Føroyar, Grønland, Áland og umboð fyri Samar skuldu fáa eygleiðarastøðu við talurætti, men ikki atkvøðurætti.

- Hetta kundi eg ikki góðtaka, og boðaði tískil frá á Norðurlandaráðsfundinum í Stockholmi í heyst, at Føroyar góðtóku einki annað enn fullan limaskap við atkvøðurætti í nýggju málnevndini ENS, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon sigur, at hetta hevur nú eydnast, og frígjadagin fekk Mentamálaráðið boð um at koma við uppskoti um lim og varalim til serfrøðinganevndina í málspurningum ENS, áðrenn fríggjadagin 23. januar 2009.

Serfrøðinganevndin verður vald av Nordisk Ministerråd (MR-U) eftir uppskoti til nevndarlim frá undirvísingarministeriinum í einstøku londunum. Í nevndini sita 10 umboð.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna er sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa sjálvstøðuga umboðan á jøvnum føti við hini Norðurlondini í hesi týdningarmiklu serfrøðinganevndini, tí málið og málspurningurin er ógvuliga týdningarmikil táttur í okkara samleika, og eingin annar kann umboða okkum á hesum økinum uttan vit sjálvi við fullum tali- og avgerðarrætti.

-áki-