Føroyar seks pláss fram

Stigatalið hjá Føroyum á FIFA listanum er hægri, enn tað hevur verið rættuliga leingi

Mikudagin í síðstu viku varð mánaðar­ligi styrkislistin hjá FIFA kunngjørdur. Sambært styrkis­listanum eiga Føroyar nú 116. stinn­asta fótbóltslandsliðið í heiminum. Tað eru 204 tjóðir á listanum, og San Marino er niðast. Ovast er Spania, sum er frammanfyri Holland, Týsk­land og Uruguay, ið eru tey næstu aftan á Spania.
Styrkislistin sigur, at Danmark eigur besta fótbóltslandsliðið í Norður­londum. Danmark er á 11. plássi ella eitt pláss lægri enn fyri einum mánað síðani. Svøríki er á 18. plássi, Noreg er nummar 25, Finn­land er nummar 88, og Ísland er á 104. plássi. Næstu grannarnir fyri sunnan, Skotland, eru á 49. plássi.
Fyri einum ári síðani vóru Før­oyar nummar 131. Hægsta plaser­ingin síðani tá var tann í august, tá ið listin segði, at Føroyar vóru nummar 111.
Styrkislistin er grundaður á, hvussu nógv stig tjóðirnar hava vunnið sær sambært útrokningar­frymlinum hjá FIFA. Stigatalið hjá Føroyum er hægri nú, enn tað hevur verið rættuliga leingi. Stigatalið er á november listanum 285. Í oktober var tað 257. Frá november 2010 og fram til mars í ár var stigatalið hjá Føroyum 171.
Í HM undankappingini, sum tað verður farið undir næsta summar, eru Føroyar í bólki saman við Týsk­landi (nummar trý á listanum), Svøríki (18), Írland (21), Eysturríki (71) og Kazakhstan (138).