Føroyar søkja um limaskap í LOA

Landsstýrið hevur nú samtykt at søkja um føroyskan limaskap í Lokale-og Anlægsfonden, róptur LOA-grunnurin. Tað var Sosialurin, sum herfyri tók hetta málið upp í samrøðu við Petur Elias Petersen, stjóra í føroysku ítróttarveddingini

Í samrøðuni við Sosialin segði Petur Elias Petersen, at føroyska ítróttarveddingin leingi hevur vitað um møguleikarnar fyri føroyskum limaskapi í LOA-grunninum.

Hann vísti eisini á, at ein og hvør ikki kann gerast limur í LOA, og tá tú ikki ert limur, kanst tú heldur ikki søkja um stuðul úr grunninum.

LOA góðtekur, at eitt nú Føroya landsstýri kann tilmelda seg grunnin við at rinda limagjald, og soleiðis kunnu føroyingar fáa atgongd at søkja um stuðul til ymiskar verkætlanir.
Verkætlaninar, ið søkjast kann um stuðul til, kunnu hava við ítrótt, mentan og ymiskt frítíðarlív at gera.

Nú samtykt

Á landsstýrisfundi í síðstu viku varð so samtykt at søkja um føroyskan limaskap í LOA-grunninum.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann áður á landsstýrisfundi hevur fingið heimild til at kanna møguleikarnar fyri limaskapi, og nú er so samtyktin gjørd um, at Føroya landsstýri skal søkja um limaskap.

- Í fjør summar høvdu vit prát við umboð fyri grunnin, og síðan hevur eitt ávíst samskifti verið millum partarnar.
Landsstýrismaðurin sigur seg hava fingið fleiri áheitanir úr Føroyum um at søkja um limaskap, soleiðis at vit eisini fáa høvi at søkja um stuðul úr grunninum.

- Tað er Danske Spil, sum veitir 8% av sínum tipspeningi í henda grunnin, og føroysk ítróttarvedding er partur av hesum spæli og er soleiðis eisini við til at gjalda inn í grunnin.
Jógvan á Lakjuni veit at siga, at grønlendska heimastýri hevur verið limur í grunninum í eini 9-10 ár, og síðan landið gjørdist limur, hava grønlendingar fingið stuðul – og lán - til nógvar ymiskar verkætlanir kring um í landinum.

Eingin olmussa

- Tá vit føroyingar um føroysku ítróttarveddingina eru við til at rinda inn í grunnin, dugi eg einki forgjørt at síggja í, at vit eisini gerast limir við møguleika fyri at søkja um stuðul til ymiskar verkætlanir. Hetta er soleiðis eingin olmussa, sum onkur kanska vil halda, leggur landsstýrismaðurin dent á.
Spurdur, hvussu nógv Føroya landsstýri skal rinda inn í LOA-grunnin um árið fyri at fáa limaskap, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað er ikki heilt greitt enn, men hann væntar, at upphæddin fer at liggja um eina miljón krónur um árið.
- Síðan Grønland gjørdist limur, hava grønlendingar fingið játtaðar 23 miljónir í stuðli og einar 50 miljónir krónur í láni úr grunninum, leggur hann aftrat.

Landsstýrismaðurin sigur, at treytirnar fyri at fáa stuðul, eru, at talan er um bygging á høgum góðskustigi, bæði byggilistarliga og funktionelt, sum hann tekur til.

Jógvan á Lakjuni sigur, at hann sum landsstýrismaður hevur sett sær sum mál, at Føroyar skulu gerast limur í LOA-grunninum 1. januar 2008.

- Fyrst skal umsóknin viðgerast og samtykkjast í grunninum, og síðan skal limaskapurin staðfestast í danska mentamálaráðnum, sigur landsstýrismaðurin.

LOA-grunnurin
Lokale-og Anlægsfonden, sum er stovnaður í 1994, hevur 140 mió krónur í eginpeningi.
Tað eru Danmarks Idræts-Forbund, Danske Gymnastik-og Idrætsforeninger, Dansk Firmaidrætsforbund og Dansk Ungdoms Fællesråd, sum eiga eginpeningin í grunninum.
Aftrat hesum fær LOA á hvørjum ári umleið 80 mió krónur frá Danmarks Tipstjeneste, sum nú eitur Danske Spil.
LOA-grunnurin veitir stuðul og ráðgeving til nýskapandi verkætlanir innan ítrótt, mentan og ymiskt frítíðarvirksemi.


Myndatekstur: (Jógvan á Lakjuni.. )

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur sett sær sum mál, at Føroyar skulu gerast limur í LOA-grunninum 1. januar 2008 Mynd: Vilmund Jacobsen