Fyri fyrstu ferð í søguni fara føroyingar at luttaka á oyggjaleikum í summar við strandarflogbólti.
Tveir menn og tvær kvinnur fara úr Føroyum til Bermuda, har oyggjaleikirnir verða hildnir í ár.
Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis skulu umboða menninar, meðan Guðrið Syderbø og Lena í Buð manna føroyska kvinnuliðið.
- Tekniskt eru vit nokkso væl fyri. Vit hava vant við A-landsliðnum í flogbólti, og harafturat hava vit eisini verið nakrar ferðir á Gøtusandi og vant, nú veðrið er blivi betri, sigur Alex Troleis.
Hóast tey eru hampiliga væl fyri tekniskt, er hann ikki í iva í, at føroysku spælararnir veruliga koma at standa sína roynd á Bermuda.
- Tann størsta avbjóðingin verður sandurin og so eisini hitin, men vit mugu bara gera tað so gott vit klára, sigur Alex Troleis.
Oyggjaleikirnir á Bermuda byrja 13. juli og halda fram til 19. juli.
Hoyr Alex Troleis greiða frá í ljóðbrotinum niðanfyri.










