Føroyar-Oyggin Man 3-0: Hoyr dystarendan og samrøður frá FM1

(FM1 á OYL) Hoyr hvussu Føroyar vunnu bronsu í liðkappingini í badminton, og hoyr Niclas H. Eysturoy og Adhya Nandi seta orð á tað

##med2##

Fyrr í dag vunnu Føroyar 3-0 á Oynni Man í bronsudystinum í liðkappingini á oyggjarleikunum í Gibraltar.

Bartal Poulsen vann 2-0 á Tobey Cheng í einmansleikinum hjá monnum. Bartal vann settini 21-11 og 21-17. Adhya Nandi 2-1 á Kim Clague í einmansleikinum hjá kvinnum. Settmunurin var 21-11, 16-21 og 21-16. Niclas H. Eysturoy og Bartal Poulsen vunnu 2-0 á Matthew Nicholson og Steven Quayle. Settmunurin var 21-18, 23-25 og 21-16.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá endanum av tí triðja dystinum, tá tað var staðfest, at Føroyar vinna bronsu. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niclas H. Eysturoy, liðskipara sum fegnast um, at liðið reisti seg aftaná 1-3 tapið móti Guernsey í hálvfinaluni.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 14 ára gomlu, Adhya Nandi, ið spæld eitt ótrúliga gott fyrsta sett móti Kim Clague. Adhya Nandi fegnast um at vinna ein trýsettara, og um at vinna sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerkið.

##med3##

(Dystarendin: bronsudysturin og samrøður við Niclas H. Eysturoy og Adhyu Nandi)