Nú nærkast kanska størsta tiltakinum nakrantíð í danska høvuðsstaðnum, altjóða veðurlagsráðstevnuni. Vit kunnu bara vóna, at ráðstevnan fer at gerast eitt veruligt vegamót í stríðnum móti dálking og fyri eini reinari og betri verð hjá núverandi og komandi ættarliðum at liva í.
Væl vitandi at tað eru ymsar áskoðanir um Co2 dálkingina, hvaðani hon stavar, hvussu álvarslig hon er og hvussu vit best steðga henni ella minka um hana, so er avgerðin tikin um ráðstevnuna í Keypmannahavn. Hon er so eisini eitt náttúrligt og neyðugt framhald av undanfarnum ráðstevnum í Rio og Kyoto.
Eisini Føroyar eiga at geva henni ans, og tað er greitt, at vit eru eisini partur av henni so ella so. Hetta snýr seg eisini um okkara hugburð til eitt reint og burðardygt umhvørvi sum heild. Okkara geografiska støða mitt í Atlantshavinum við livandi og jarðbundnum tilfeingi av ymsum slag ger eisini okkum áhugaverd.
Okkara politikarar og fakfólk á ymsu økjunum eiga at geva sær fær um, hvat fer fram í Keypmannahavn og í tann mun vit kunnu tað geva okkara íkast. Eitt nú hava eisini vit granskarar, sum hava gjørt týðandi kanningar t.d. av havstreyminum, sum kann vera partur av eini størri heild. Nógva prátið um veðurlagið, sum hevur verið undan ráðstevnuni í Danmark, hevur eisini sett gongd í her heima, har eitt nú SEV er farið á barrikadurnar fyri at vísa eitt meira umhvørvisvinarligt andlit. Har roynt verður at troyta varandi orkukeldur heldur enn bara tær, sum eru bundnar at oljuni. Her kemur so eisini spurningurin inn í myndina um ans okkara fyri náttúruni. Og tað er ein dialogur, sum vit alla tíðina mugu hava síðuleypandi við útbyggingar av orkuni.
Øll heimspressan verður í Keypmannahavn í desember. Grønland hevur gjørt av at brúka hetta høvið til at kunna um landið sum ferðamanna- og íløguland. Øll Bryggjan verður grønlendsk hesa tíðina. At serligt fokus er á Grønland er eisini náttúrligt, tí landið er eitt tað mest ásýniliga og ítøkiliga dømi um, hvussu veðurlagið broytist frá degi til dags.
Hvat gera vit fyri at troyta henda einastandandi PR møguleika! Beinleiðis spurningur til løgmann og varaløgmann. Hvat gera vit á Bryggjuni! Norrøna fer at liggja í býnum, hevur verið hugsað um at gera hana út til vísa Føroyar fram sum ferðamannaland?
Vónandi eru føroyskir politikarar og vinnulívið so mikið at sær komin, at tey ikki lata hetta frálíka høvið at vísa fram Føroyar fara framvið.