Føroyar og Ísland vildu ikki samráðast um makrelin

-Tað er sera hugstoytt, at hvørki íslendingar ella føroyingar veruliga vildu taka lut í samráðingunum, sigur ES-kommiserurin í fiskivinnumálum, Maria Damanaki, í síni viðmerking til, at makrelsamráðingarnar millum strandalondini endaðu úrslitaleysar í Reykjavík í dag.

Sambært Reuters-tíðindastovuni sigur kommiserurin, at ES og Noreg vilja hava føroyingar og íslendingar at skerja sínar sjálvásettu kvotur, og hon leggur afturat, at ES fer framhaldandi at royna at fáa eitt veruligt og rættvíst kvotubýti.

Skotar hava verið serliga hvassorðaðir um, at føroyingar og íslendingar áseta sær sjálvum kvotur, og skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lockhead, dylur heldur ikki fyri, at hann er vónbrotin av, at einki kom burtur úr samráðingunum.

-Tað er eitt stórt vónbrot, at vit annað árið á rað enda í sáttmálaloysi um makrelin, sigur Richard Lockhead við BBC. Hann skoytti uppí, at trætan má loysast so ella so.