FÓTBÓLTSLANDSLIÐIÐ
Tað gongur ikki skjótt, men kósin tykist vera greið. Á altjóða styrkislistanum, sum FIFA eina ferð um mánaðin roknar út, detta Føroyar eitt sindur aftur so at siga hvørja ferð. Síðsta dømið um hetta er listin, sum varð kunngjørdur mikudagin 14. apríl ella á summarmála. Nú eru Føroyar á 129. plássinum. Á listanum, sum varð kunngjørdur í mars, vóru Føroyar nummar 128. Á listanum, sum varð kunngjørdur í desember, vóru Føroyar nummar 126.
Tá ið Føroyar vóru hægst á listanum fyri nøkrum árum síðani, metti FIFA Føroyar at vera ímillum nummar 112 og 115.
Føroyar eru ikki einsamallar á 129. plássinum. FIFA hevur sett Føroyar undir liðina á Palestina, sum í altjóða fótbóltshøpi verður roknað at vera ein tjóð. Meðan Føroyar eru dotnar trý pláss skeiva vegin síðani undan jólum, hevur tað gingið hin vegin hjá Palestina. Teir hava lætt sær tíggju pláss hesar seinastu fýra mánaðirnar.
Frakland er næstbest
Heilt frammi í toppinum hevur ikki talan verið um serligar broytingar seinastu mánaðirnar. Brasilia verður framvegis mett at eiga besta fótbóltslandsliðið í heiminum. Frakland, sum Føroyar eru í HM undankappingarbólki saman við, verður mett at eiga næstbesta landsliðið í heiminum.
Allar hinar tjóðirnar, sum Føroyar skulu spæla ímóti í HM undankappingini, eru styrkismettar væl hægri enn Føroyar. Írland er á fimtanda plássinum, Sveis er nummar 45, Ísrael er nummar hálvt hundrað, og Kypros er nummar 97.
Millum Norðurlondini er Danmark styrkismett ovast. Danir eru nummar fjúrtan, Svøríki er nummar 21, Noreg nummar 38, Finnland nummar 42 og Ísland er á 60. plássinum.
Holland, sum Føroyar skulu spæla vinardyst ímóti 1. juni, eigur fimti besta landsliðið í heiminum.
Malta omanfyri Føroyar
Merkisvert er tað, at onkrar av tjóðunum, sum Føroyar hava staðið seg væl ímóti, nú verða styrkismettar hægri enn Føroyar. Her verður eitt nú hugsað um Malta, sum Føroyar fyri sjey árum síðani vunnu tvær ferðir 2?1 ímóti í HM undankapping. Malta er styrkismett sum nummar 128.
Seinnu árini hava Føroyar eisini vunnið ímóti Luksemborg, Liktinstein og Kasakstan. Allar hesar tjóðirnar eru niðanfyri Føroyar á listanum. Kasakstan er nummar 136. Liktinstein er nummar 149, og Luksemborg og Allan Simonsen eru dottin heilt aftur á 156. plássið.
Á listanum eru 204 tjóðir. Á aftasta plássinum er Montserrat, har høvuðsstaðurin eitur Plymouth. Karibiska oyggin, sum er 98 ferkilometrar víð ella 3,1 ferkilometrar størri enn Borðoyggin, og har tað búgva tólv túsund fólk, eigur sambært FIFA veikasta fótbóltslandsliðið av øllum teimum 204 í heiminum.
Næsti styrkislistin hjá FIFA verður kunngjørdur 12. mai. Listin er grundaður á úrslit í undankappingum og á úrslit í vinardystum. Føroyar fara ikki at spæla landsdyst fyrrenn 1. juni. Møguleiki er kortini fyri, at Føroyar um ein mánað á styrkislistanum verða fluttar annan vegin ella hin. Fram ímóti EM endaspælinum, sum verður í Portugal í juni, eru nógvir vinardystir á skránni.